FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


12-04-2024

HUNDAFRÍØKIÐ VIÐ STÓRÁ SKJÓTT TIKIÐ Í NÝTSLU

Tvøroyrar býráð samtykti 26. oktober 2023 at seta eitt øki av til hundar, við Stórá. Ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa hundum sínum leysum í einum náttúruvøkrum umráði, undir skipaðum viðurskiftum.

Tað er lokala fyritøkan Sp/f í Heygunum, v. Birgiri Strøm Rasmussen, ið hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.

Økið er uml. 2500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu. Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið verður í viku 18, t.e. 29. mai – 5. mai
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn