UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-08-2023

Persónupplýsingarpolitikkur

Tvøroyrar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
 
Endamálið við kunningini er at tú sum borgari fært svar uppá spurningar viðvíkjandi dátutrygd í Tvøroyrar Kommunu og viðvíkjandi tínum rættindum í mun til okkara viðgerð av persónupplýsingum.
 
 
Tvøroyrar Kommuna er dátuábyrgdari
Tvøroyrar Kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til Býráðsskrivstovuna í Tvøroyrar Kommunu.
 
BÝRÁÐSSKRIVSTOVAN
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo 
 
Býráðsskrivstovan vegleiðir og tryggjar, at tú sum borgari fært fatur á rætta persóni og kanst fáa viðkomandi vegleiðing.
Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast »Persóndáta«.
Tá tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost, tí teldupostur er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða.

 
Hvat er endamálið og heimildin fyri tykkara viðgerð av mínum persónupplýsingum?
Tvøroyrar Kommuna viðger persónupplýsingar um teg í samband við tær uppgávur, ið vit sum kommuna skulu loysa. Tað kann vera ein tænasta, sum tú hevur rætt til at fáa ella tað kann vera, at vit hava eina rættarliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella vit hava gjørt eina avtalu við teg, sum inniber, at vit hava tørv á tínum upplýsingum. 
 
Grundarlagið undir heimildini er sostatt, at Tvøroyrar Kommuna hevur eina rættliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella at viðgerðin er partur av okkara myndugleikaútinnan. Tað kann eisini vera, at vit hava umbiðið og fingið eitt samtykki frá tær til viðgerð av tínum upplýsingum.
 
Hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, veldst um, hvat endamálið er við tí myndugleikauppgávu, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at vit fáa viðgjørt títt mál.
 
Tað er sostatt § 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 12, stk. 1, nr. 1, 2, 3 ella 7 í Dátuverndarlógini, sum er lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónupplýsingum.
 
Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar upplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innanfyri karmarnar av § 7, stk. 3, í Dátuverndarlógini.
 
Dátuverndarlógina sært tú her:
Dátuverndarlógin (logir.fo)
 
 
Hvørjar persónupplýsingar hava vit tørv á?
Slagið av persónupplýsingum vit viðgera avhongur av endamálinum við viðgerðini.
Vit kunnu viðgera hesar bólkar av persónupplýsingum, tá tað er neyðugt fyri at loysa okkara uppgávur:
  • Vanligar, ikki-trúnaðar persónupplýsingar. Hesar kunnu til dømis vera navn, bústaður, teldupostadressa, telefonnummar, matrikkulnummar o.t.
  • Vanligar trúnaðar persónupplýsingar. Hetta kann til dømis vera upplýsingar um sosial viðurskifti, fíggjarlig viðurskifti, familjuviðurskifti, umsóknir og onnur mál, p-tal.
  • Viðkvæmar persónupplýsingar. Hesar kunnu til dømis vera upplýsingar um:
    • húðarlit, ættarslag, etniskan uppruna
    • politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring
    • Yrkisfelagsligt tilknýti
    • Heilsuupplýsingar
    • Kynslig viðurskifti
    • Munandi sosialar trupulleikar
    • Onnur heilt privat viðurskifti
Í nógvum førum, í sambandi við mál og uppgávur, hava vit tørv á at brúka títt p-tal til eintýdda eyðmerking. Tvøroyrar kommuna kann sum almennur myndugleiki nýta títt p-tal til eintýdda eyðmerking sum ásett í § 16 í dátuverndarlógini.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.
 
  
Hvar innsavna tit persónupplýsingar um meg?
Vit innsavna tínar persónupplýsingar á ymiskan hátt.
Í nógvum førum er neyðugt hjá Tvøroyrar Kommunu at innheinta upplýsingar um teg, til dømis um vit skulu viðgera eitt mál. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella úr felagsskráum hjá til dømis TAKS ella fólkayvirlitinum. Í øðrum førum biðja vit um upplýsingar, tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi loysn.
 
Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tú kanst til dømis vera sonevnt »eykafólk« í einum máli, um tú ert avvarðandi at tí persóni, málið snýr seg um, ella tú kanst vera partur í einum máli, sum onkur annar hevur lagt fyri kommununa.
 
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.
 
 
Samtykki
Tá persónupplýsingar eru neyðugar fyri, at kommunan kann loysa sínar uppgávur, skulu vit ikki hava samtykki. Nýta vit myndir til annað, enn tað, sum ein myndugleikauppgáva fevnir um, kunnu vit bara brúka myndir, um vit hava samtykki. Ynskir Tvøroyrar kommuna til dømis at brúka myndir av borgarum til ein bókling ella tílíkt, biðja vit um samtykki frá borgaranum áðrenn.
Samtykki verða umbiðin í samsvari við ásetingar í dátuverndarlógini um samtykki. Kommunan hevur mannagongdir fyri handfaring av myndatøku og deiling av myndum, sum øll starvsfólk skulu fylgja.
 
 
Hvør móttekur mínar persónupplýsingar?
Í summum førum lata vit tínar persónupplýsingar víðari. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, aðrar kommunur, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.
 
Í summum førum mugu vit, sambært fyrisitingarlógini ella lóg um alment innlit, víðarilata upplýsingar um teg.
Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
 
 
Flyta tit mínar upplýsingar til triðjalond?
Tvøroyrar Kommunu nýtir ikki, sum útgangsstøðið, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, fara vit altíð at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
 
 
Hvussu leingi goyma tit mínar upplýsingar?
Hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar veldst um, hvussu leingi vit hava tørv á teimum til at røkja okkara myndugleikauppgávur.
Tá ið vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til varðveitslu ella striking av tínum upplýsingum. Treytað av skjalasavnslógini, skulu upplýsingarnar í ávísum førum flytast Tjóðskjalasavninum.
 
 
Hvussu goyma tit upplýsingarnar?
Í Tvøroyrar Kommunu menna vit áhaldandi, hvussu vit á besta hátt tryggja, at tínar upplýsingar eru goymdar trygt. Um upplýsingarnar eru elektroniskar, verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar, vit sjálvi savna inn og fyri upplýsingar, vit fáa frá tær í sambandi við eitt mál.
Í deildum har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at deildirnar hava møguleika fyri at steingja upplýsingarnar inni og hava eina trygga mannagongd fyri, at bert viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.
 
 
Tíni rættindi, tá vit viðgera tínar dátur
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. 
 
 
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar kommunan goymir og viðger um teg.
 
Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, ávirkar tað ikki viðgerðina, sum er farin fram, grundað á samtykki, men framatrættað steðga vit viðgerðini av tínum persónupplýsingum, sum varð grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
 
Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi soleiðis, at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
 
Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg, áðrenn ásetta, vanliga strikingin fer fram. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur kommununi rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.
 
Rætt til viðgerðaravmarking (steingjan) av upplýsingum
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Td. um upplýsingarnar eru rangar, villleiðandi ella viðgjørdar móti log ella ásetingum, heimilaðum í lóg, inntil upplýsingarnar aftur eru fingnar í rætt lag. Sí eisini niðanfyri um rætt til mótmæli.
Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir bert viðgera tínar upplýsingar, undantikið varðveitslu, við samtykki, ella við tí endamálið, at rættarkrav kann fastleggjast, gerast galdandi ella verjast, ella fyri at verja ein persón ella taka atlit til umráðandi samfelagsáhugamál.
 
Rætt til rætting, striking ella viðgerðaravmarking (steingjan) av upplýsingum, sum eru latnar víðari
Í summum førum letur kommunan persóndátur víðari. Nýtir tú sum skrásett tín rætt til at biðja um rætting, striking ella steingjan av upplýsingum, skal Tvøroyrar kommuna geva øllum móttakarum, sum persónupplýsingarnar eru latnar víðari til, boð um allar rættingar, strikingar ella viðgerðaravmarkingar sambært § 30 í dátuverndarlógini um fráboðanarskyldu dátuábyrgdarans. Undantak kann verða gjørt, um hetta vísir seg at verða ógjørligt ella órímiliga torført.
 
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.
 
Kann eg kæra?
Tú hevur altíð møguleika at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú finnur sambandsupplýsingarnar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum (dat.fo)
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo