FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


09-02-2024

Havnameistari

HAVNAMEISTARI TIL TVØROYRAR HAVN AT BYRJA 1. APRÍL 2024
 
Brennur tú fyri tí maritima økinum og hevur tú hug og hegni at ganga á odda fyri at menna Tvøroyrar Havn til framtíðina, so kann tað verða teg okur leita eftir.
 
 
 
Starvið:
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum havnameistara við visjónum, ið kann menna strategiskar ætlanir, leggja lunnar undir ein burðardyggan og gevandi rakstur, har allir møguleikar verða gagnnýttir og skapa virði fyri Tvøroyrar kommunu. 
Havnameistarin hevur ábyrgd av øllum tí maritima virkseminum í kommununi, og skal tryggja at viðlíkahald og menning er á øllum havnaløgum. Harafturat skal havnameistarin eisini skapa nýggjar inntøku møguleikar fyri Tvøroyrar Havn.        
Umframt dagligu fíggjarligu- og starvsfólkaábyrgdina, hevur havnameistarin eisini ábyrgdina av at tryggja eitt gott samstarv við øll, ið virka á og rundan um havnaløgini.
  
Høvðusuppgávurnar:
Høvuðsuppgávurnar hjá havnameistaranum eru fjølbroyttar og fevna m.a um fyrisiting, vegleiðing, ráðgeving, eftirlit, samskifti og luttøku til viðkomandi forum.
 
Tú kemur at:
  • Standa á odda fyri at Tvøroyrar Havn kann veita øllum kundum og áhugabólkum góða tænastu og gott samstarv.
  • Menna Tvøroyrar Havn sum eitt gott og virkið arbeiðspláss, ið skapar úrslit.
  • Ráðgeva og byggja víðari uppá ætlanir hjá býráðnum og umsiting.
  • Menna Tvøroyrar Havn sum altíð verandi tann framkomni og tryggi maritimi depilin í Norðuratlantshavinum.
  • Skipa fyri loðssing og tryggja at havnalagið verður røkt og hildið í góðum standi
  • Ábyrgd av og virkin partur av vaktaskipanini hjá Tvøroyrar Havn.
  • Tryggja at Tvøroyrar Havn hevur skynsaman rakstur.
 
Sum havnameistari er umráðandi at tú, saman við hinum starvsfólkunum, umboðar Tvøroyrar kommunu væl í øllum viðurskiftum. Tú stendur við evstu ábyrgd fyri Tvøroyrar Havn, har tú skalt tryggja, at allar tænastur svara til tørvin hjá viðskiftafólkunum og eru samsvarandi galdandi býráðssamtyktir, lógir og kunngerðir.
 
Gjørt verður vart við, at arbeiðsuppgávurnar kunnu verða umlagdar, sum ein avleiðing av møguligari nýskipan ella broyttum viðurskiftum á havnalagnum.
 
Skrivstovan:
Tvøroyrar havn hevur skrivstovu á havnalagnum á Tvøroyri, haðani umsjón og røkt av øllum havnarøkinum verður samskipað. Tað veri seg m.a. havnalagið á Tvøroyri og Drelnes-, bátahylurin í Trongisvági og bátahylin á Tvørabakka, træbrúgvin á Hvítanesi, og innsiglingar og havnamerkir. 
 
Persónligir førleikar: 
Vit sóknast eftir fólki við hægstu nautisku útbúgving og at viðkomandi hevur vinnubræv. Vænta verður, at tú hevur neyðugan munnligan og skrivligan førleika í føroyskum og enskum máli. Eisini verður dentur lagdur á, at viðkomandi er fyrikomandi, viðskiftavinarligur og kann laga seg eftir skiftandi arbeiðsumstøðum. 
 
Fyrimunir, um enn ikki krav, er við starvsroyndum frá líknandi starvi og viðkomandi loðsskeiðir samb. lóg um havnaloðsing.
 
Setan:
Starvið verður at seta skjótast gjørligt, helst 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Lønin verður sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Føroya Skipara- og navigatørfelag.
 
Umsókn:
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo
 
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 7. mars 2024 kl. 12.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.  -til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan. 
 
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um mett neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
 

 
 
INTRODUCTION for PORT OF TVØROYRI
Surrounded by waters with no other options than the seaway, the Port of Tvøroyri sustains its liability on offering smooth waters to its visitors. Tvøroyri also has an advantageous position considering the activity in the surrounding waters. It lies closely to the fishing banks as well as the exploration drilling. The Port of Tvøroyri comprises two harbors on the northern and the southern side, respectively, of the well protected Trongisvágur fjord. The fjord is known as a very accessible natural harbor with two lighthouses and a roadstead that is well suited for anchorage. The Port is situated on Suðuroy, the southernmost island of the Faroes. The island has a population of approx. 4700 and Tvøroyri is the main town. Trongisvágsfjørður is a long fjord which offers natural shelter from the North Atlantic Ocean. The port has been an important fishing port for more than a century.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn