Jólatrøini í Tvøroyrar kommunu verða tendrað soleiðis:
Sunnudagin 28. november kl. 16.00 verður jólatræið á Tvøroyri tendrað. Jónsvein Bech, prestur, talar, Tvøroyrar hornorkestur luttekur við hugnaligum jólatónleiki, og sum siðvenja er, bjóða vit bollar og heitt kakao. Eisini koma jólamenn á vitjan og hava pakkar við til børnini. Eisini er árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum henda dagin frá kl. 14.00-19.00, har høvi er at keypa lokalt virkaðar vørur.
Mánakvøldið 29. november verða jólatrøini í ávikavist Trongisvági og Froðba tendrað. Kl. 18.00 í Trongisvági og kl. 19.00 í Froðba. Tvøroyrar hornorkestur spælir, og vit bjóða heitt kakao og gløgg úr Glasstovuni.
Sunnudagin 5. desember verður gudstænasta í bønhúsinum í Ørðavík kl. 12.00. Eftir gudstænastuna verður jólatræið tendrað og Tvøroyrar hornorkestur kemur at spæla. Eftir at træið er tendrað verður ein drekkamnunnur at fáa í bønhúsinum.
Vit heita staðiliga á fólk, um at virða almennu koronu tilmælini til øll tiltøkini. Tey kunnu lesast her