FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


23-11-2021

Skjalasavnið fingið tvey spennandi savnindi

Í Kongabrekkuni, har Tvøroyrar Skjalasavn heldur til, er stórur aktivitetur. Handverkarar eru í gongd við at víðka um goymsluarealið, soleiðis at savnið kann hýsa trýfalt so nógvum tilfari, sum tað ger nú. Hetta er í tøkum tíma, tí tað legst aftur at savnindunum nærum alla tíðina.
Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, fegnast um, at fólk hava tikið so væl ímóti savninum. Tað, at fólk sjálvboðin seta seg í samband við teir og annars eru fús at lata tilfar, síggja teir sum eitt tekin um at fólk virðismeta savnið og hava tikið tað til sín sum eitt stað, har søguligu dýrgripirnir trygt kunnu vera varðveittir til komandi ættarlið.
Hesa vikuna hevur savnið fingið tvey sera spennandi savnindi. Enn einaferð hevur Bjarni Åkesson Filholm sent tilfar frá abba sínum, Albin Åkesson, ið kom til Føroya at arbeiða sum kolanámsmaður í 1901. Albin var eitt langt tíðarskeið arbeiðsformaður hjá Tvøroyrar kommunu og í arbeiði sínum førdi hann nágreiniligt yvirlit yvir hvat arbeiði varð gjørt, hvør var til arbeiðis og hvussu nógvir tímar og tilfar varð nýtt. Eisini skrivaði hann dagbók um tað, ið honum fyrifórst og er tað ein sant gullnám hjá honum/henni, ið hevur hug til at fáa eitt lítið innlit í, hvat hendi í gomlum døgum á Tvøroyri. Dagbøkurnar fevna um tíðarskeiðið 1937-1960 og greiður millum annað neyvt frá millum annað tilburðin í 1941, tá týskt hernaðarflogfar bumbaði á Drelnesi.
Eitt annað spennandi savnindi er eisini komið frá Esther Simonsen. Esther er dóttir fyrrverandi missionerin og borgarstjóran á Tvøroyri, Clæmint Eliassen, ið kom til Tvøroyrar í 1926. Clæmint var fjølvirkin maður á Tvøroyri. Tá í tíðini vóru ikki nógvir pengar um hendi og lønin fyri missionerarbeiðið gav ikki nóg mikið til at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga. Clæmint keypti tí, saman við Niels Mortensen, dekksbátin Heimdal frá Balslev & Co. í 1935, sum fleiri eiga at minnast, og róði út eitt langt tíðarskeið frá trýatiárunum og í nógv harrans ár eftirfylgjandi – Clæmint var tiltikin kalvamaður.
Frá Esther hevur savnið fingið kassabókina fyri Heimdal og annað áhugavert. Eisini ein bók, har Clæmint hevur skrivað sær fiskimið niður. Clæmint var, sum áður nevnt, borgarstjóri á Tvøroyri. Hetta starvið røktaði hann frá 1957-59 og var tað hann, ið avdúkaði minnisvarðan yvir Rasmus Effersøe innast á Tvøroyri, beint við gomlu Bedingina, hin 3. mai 1957.
Skjalasavnið takkar fyri stórfingnu gávurnar og letur samstundis heilsa, at um fólk liggja inni við søguligum tilfari við tilknýti til kommununa, eru tey hjartans vælkomin at seta seg í samband við Tvøroyrar Skjalasavn.
Til ber at ringja til savnsleiðaran, Kára Jespersen, á tlf. 217259 ella at senda teldupost á karij@tvoroyri.fo um fyrispurningar eru.
Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn