30-08-2023
Millumnorðurlendska bústaðarflyting til Føroyar
Persónar, ið flyta úr einum Norðurlandi, hava bara skyldu at boða frá flyting, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.
Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir tilflytingina, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Øll málsviðgerð hjá Tvøroyrar Kommunu er fevnd av dátuverndarlógini. Meira kunning um hetta er at finna her