BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


21-09-2021

Framgongd í skattainntøkum og fólkatali á Tvøroyri

Seinastu mánaðirnar hava vit fleiri ferðir skrivað um góðu gongdina við fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu. Hetta sæst nú eisini aftur í skattatølunum, ið er sera hugaligur lesnaður, nú fyribils skattatølini fyri august fyriliggja.

Tvøroyrar kommuna fekk 308.949 kr inn meira í kommunuskatti í august í ár, enn í august í fjør, svarandi til ein vøkstur á 6,15%. Taka vit gongdina samlað, frá januar til august, so hevur Tvøroyrar kommuna fingið 1.357.108 fleiri kr. inn í kommunuskatti í ár, í mun til 2020. Hetta svarar til ein vøkstur á 3,35%.

Nakrar smábygdir hava størri prosentvísan vøkstur at vísa á, men har skal væl minni til, fyri at tølini sveiggja nógv. Samanbera vit Tvøroyri við aðrar kommunur, við á leið sama fólkatali ella størri, so hevur Tvøroyrar kommuna tann størsta prosentvísa vøksturin í kommunuskatti, frá januar til august 2021. Tølini síggja soleiðis út, byrjandi við størstu minking, fram til størsta vøkstur:

 

Vestmanna kommuna -4,54%

Eystur kommuna -2,42%

Fuglafjørður -1,12%

Sunda kommuna -0,78%

Klaksvík -0,51%

Runavíkar kommuna -0,47%

Vága kommuna 0,95%

Vágs kommuna 1.06%

Nes kommuna 2,58%

Tórshavnar kommuna 2,98%

Tvøroyrar kommuna 3,35%

 

Gongdin í fólkatalinum framvegis positiv

Fólkatalið á Tvøroyri hevur í mong ár ligið skiftivís yvir og undir 1700. Nú eru tó greiðar ábendingar um, at fólkatalið hevur stabiliserað seg í einari hægri legu.

Fyri júst einum ári síðan vóru 1734 borgarar á Tvøroyri. Í dag er talið 1776, svarandi til ein vøkstur á 42 fólk, ella 2,42%. Nevnast kann eisini, at 1. januar 2020 vóru 1707 borgarar á Tvøroyri og vøksturin síðan tá, til í dag, er 69 fólk, ella góð 4%

Samanbera vit dagsaktuellu fólkatølini fyri omanfyristandandi kommunur í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 og til dagin í dag, so síggja tølini hjá Landsfólkayvirlitinum soleiðis út, byrjandi við størstu minking, ella lægsta vøkstrinum (fyrra talið er 1. januar 2021 og seinna er talið 20. september 2021):

 

Vágs kommuna 1389/1375 svarandi til -14 fólk, ella uml. -1,02% minking.

Vestmanna kommuna 1242/1243 svarandi til 1 fólk, ella uml. 0,01% vøkstur.

Sunda kommuna 1809/1820 svarandi til 11 fólk, ella uml. 0,61% vøkstur.

Vága kommuna 2136/2151 svarandi til 15 fólk, ella uml. 0,70 % vøkstur.

Klaksvík 5331/5378, svarandi til 47 fólk, ella uml. 0,90% vøkstur.

Eystur kommuna 2210/2233 svarandi til 23 fólk, ella uml. 1,04% vøkstur.

Tórshavnar kommuna 22249/22637 svarandi til 388 fólk, ella uml. 1,74% vøkstur.

Runavíkar kommuna 4202/4279, svarandi til 77 fólk, ella uml. 1,83% vøkstur.

Tvøroyrar kommuna 1744/1776 svarandi til 32 fólk, ella uml. 1,83% vøkstur.

Fuglafjørður 1571/1605 svarandi til 34 fólk, ella uml. 2,16% vøkstur.

Nes kommuna 1397/1432 svarandi til 35 fólk, ella uml. 2,50% vøkstur.

 

Tað er at gleðast um at tað gongur væl í Tvøroyrar kommunu í løtuni og vónirnar fyri framtíðina eru bjartar. Nógv spennandi ting eru á skránni komandi tíðina og verður sjálvandi vónað, at lunnar nú eru lagdir undir framhaldandi fólkavøkstri og skattainntøkum.

 

Keldur: Taks og Landsfólkayvirlitið.

 
(Mynd: Leivur Nygaard)
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn