Annika Jónsveinsdóttir byrjaði 1. september í starvi sum leiðari fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.
Annika er 31 ára gomul, og er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat lokið hægri útbúgving innan sosialt arbeiði frá lærda háskúlanum í Ålborg.
Carol Symphor er sett í starv sum sálarfrøðingur.
Carol er 25 ára gomul og hevur útbúgving frá Københavns Universitet. Carol hevði fyrsta starvsdag hin 1. August.
Hetta er fyrstu ferð, at sálarfrøðingur verður settur fyri Barndaverndartænastuna í Suðuroynni.
Suðuroyar Barnaverndartænasta, er samstarv millum kommunurnar í Suðuroynni, og tað er Stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænasta ið setir størvini.