TRIVNAÐARDEILD
Tú ert her: TRIVNAÐARDEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
30-07-2020

Skrivari til Suðuroyar barnaverndartænastu

Starv sum skrivari hjá Suðuroyar barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan 1. oktobur 2020. Talan er um hálvtíðarstarv.

Suðuroyar barnaverndartænasta, sum heldur til á Sornhúsvegi 22 á Tvøroyri, fevnir um allar kommunurnar í Suðuroynni.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Í barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, sosialráðgevar, námsfrøðingar og ein sálarfrøðingur.

Førleikakrøv: 

  • Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
  • Góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
  • Royndir innan fyrisiting er ein fyrimunur 

 Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum: 

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • er tænastusinnað og álitisfult
  • tolir at arbeiða undir trýsti
  • tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
  • er fyrikomandi og jaligt
  • hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa 

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:

Uppgávurnar hjá skrivaranum eru fjølbroyttar, og fevna, umframt um skrivarauppgávur í mun til sosialráðgevararnar, eisini um journalisering, fyrireikan av innlitsumbønum, móttøku av viðskiftafólki, telefon, postmóttøku, skrásetan av hagtølum, og annað fyrifallandi arbeiði.

Setanarviðurskifti:

Starvið, sum er 20 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

Nærri upplýsingar:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, telefon 229085, ella teldupost annika@tvoroyri.fo.

Umsókn:

Skrivlig umsókn, saman við avriti av CV, prógvi, viðmælum o.ø., skal sendast við telduposti til annika@tvoroyri.fo, ella sum bræv til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Postboks 104

800 Tvøroyri

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. August 2020, kl. 12.00.

 



Trivnaðardeild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085