GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - GREINAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
07-08-2020

MÝRIFÍPAN -TILMÆLIÐ TIL FORELDUR-

At korona aftur er staðfest í Føroyum hevur viðført, at Tvøroyrar kommuna, -eins og Tórshavnar kommuna-, heitur á øll foreldur um at hava børnini heima við hús fram til vikuskiftið, heldur enn at koyra hesi í barnagarð í morgin og fríggjadagin, um tað ber til. 

Hesir dagarnar til komandi mánadag, vil geva okkum tíð til at síggja, um støðan broytist, og hvørji møgulig atlit skulu takast, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu.

Upplýsast skal, at ongi tekin eru um sjúku á dagstovnaøkinum, men henda áheitanin er einans fyri at fyribyrgja og minka um møguligan smittuvanda, sigur borgarstjórin, og barnagarðurin Mýrifípan hevur -sum støðan er beint nú- opið sum vanligt, hóast at vit heita á foreldur at hava børnini heima.

Vit fáa at síggja hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið, og um vit møguliga tá mugu gera fleiri átøk og tillagingar, sigur Kristin Michelsen borgarstjóri.

Eisini verður heitt á allir borgarar um at fylgja tilmælinum frá heilsumyndugleikum við handreinføri og halda frástøðu v.m. meira kunning her
 
 



Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo