GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - GREINAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
01-04-2015

Marit Poulsdóttir leiðari fyri Dagrøktina

Marit er 43 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur í 2013. Marit hevur 9-ára starvsroyndir innan dagstovnaøkið, har hon hevur havt við børn frá 0 ár og upp til skúlaaldur at gera. Inntil nú, hevur Marit arbeitt sum námsfrøðingur í útibarnagarðinum í Trongisvági.

Starvið varð lýst leyst í januar 2015 og Marit gjørdi beinanvegin av at søkja. Hon helt hetta vera eitt spennandi starvsøki innan námsfrøði og tá hon frammanundan hevði hug til at royna nakað nýtt, so var hetta eitt kærkomið høvi.
 
Marit ætlar sær fyrst at læra starvsfólkið at kenna og at fáa eitt gott samstarv við tey. Hon brennir serliga fyri sambandinum millum børnini og tey, ið ansa eftir teimum og ætlar hon at leggja serligan dent á tað. Hon sigur seg vilja verða við til at framtíðartryggja dagrøktina og í tí sambandi, vil hon raðfesta skeiðsluttøku hjá starvsfólkunum sera høgt.
 
Nú Marit verður leiðari fyri dagrøktina á Tvøroyri, í Sumba og í Hvalba, so fær hon ábyrgdina av 27 dagrøktarum, uml. 105 børnum og trimum spælistovum. Marit viðurkennur at uppgávan er sera avbjóðandi, men hon gleðir seg til hana. Fyri hana er tað sera týdningarmikið at taka atlit til hvørt einstakt starvsfólk, tá avgerðir verða tiknar.
Hon gleðir seg til at koma í gongd og at vitja heimini og stovnarnar í dagrøktini og vónar hon, at samstarvið verður gott.
 
Tvøroyrar Kommuna ynskir Marit vælkomna í starvið og ynskja henni bestu eydnu.




Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo