BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
24-07-2017

Partur 4: Vegir

§ 38. Greiningar av vegi
 
  1. Sum vegur er at skilja eitt øki, sum er lagt av ella gjørt til veg, íroknað gøta ( ið er at skilja sum vegur fyri fótferðslu), tún og pláss.

  2. Øki verður roknað fyri at vera lagt av til veg, tá ið:

     a) Almenningurin ella fleiri enn ein luteigari hava rætt til ferðslu á økinum.
     b) Øki við býarskipan, tinglýsing, hevd ella matrikli er tryggjað soleiðis, at tað fer at kunna nýtast til veg.

  3. Øki verður roknað at vera vegur, tá ið:

     a)     Økið verður nýtt til ferðslu av almenningi ella av luteigarum, sum hava rætt til tess.
     b)     Økið er greitt til ferðslu við merking ella á annan sjónligan hátt til endamálið.

  4. Miðlinja á vegi verður tilskilað av byggimyndugleikanum. Miðlinja á landsvegi verður tilskila av Landsverkfrøðinginum.

  5. Byggilinjur eru linjur fram við vegnum, gøtum, áum, kraftlinjum o.t., sum einki punkt á bygging má fara um.

§ 39. Um at leggja av og gera vegir

  1. Vegabreiddir:

    a)     Vegir, ið hava ella fara at fáa týdning fyri gjøgnumferðslu, somuleiðis vegir, ið binda tveir býlingar saman, verða avlagdir í minst 12,5 m breidd, av hesum akbreytir 7,5.

    b)     Vegir í einum býlingi ella bygd verða avlagdir í minst 10 m breidd, av hesum til akbreytir 6,0. Byggimyndugleikin kann tó loyva, at til vegir, ið eftir meting tess ikki fara at hava ferðslutýdning, verður avlagda breiddin sett niður í 8,0 m, av hesum til akbreyt 5,0 m.

    c)     Um vegur bert gevur atgongd til í mesta lagi 5 grundir, kann byggimyndugleikin tó loyva, at avlagda breiddin verður sett niður í 5,0 m.

    d)     Gøtur skulu verða avlagdar í minst 1,5 m breidd.


  2. Í vegir, sum nevndir eru í 1. stk. a) kann avvarðandi vegamyndugleiki krevja, at ikki má verða bundið, soleiðis at beinleiðis atgongd verður frá grannaognunum fyri akstur og gongd.

  3. Áðrenn lagt verður av til nýggjan veg ella vegur, sum er, verður breiðkaður til tær í 1. stk. nevndu breiddir, skal planur í máti  1:1000 verða lagdur fyri býráðið, og planurin skal verða góðkendur av avvarðandi vegamyndugleika viðvíkjandi legu, leið og sambandi við áður góð kendan veg.

  4. Vegur skal verða gjørdur samsvarandi projekti, sum avvarðandi vegamyndugleiki hevur góðkent.

  5. Býráðið ásetur, í hvønn mun og nær teir vegir, sum eitt grundstykki liggur út móti, skulu verða gjørdir.

§ 40. Privatir vegir


  1. Privatir vegir skulu leggjast út eftir ætlan góðkenda av byggimynduleikanum og teimum avvarðandi vegamynduleikunum,  har lýst eru profilini, íbinding í verandii vegir, frárensl og hvussu vegaarbeiðið verður gjørt tøkniliga og um, hvørjir matriklar verða ávirkaðir av ætlanini.

§ 41. Byggilinjur

  1. Byggimyndugleikin kann krevja, at bygging við verandi veg – við seinni breiðking í huga – skal hava ein fráleika upp til 12,5 frá miðlinju á vegnum.

  2. Ásetingarnar í stk. 1 galda, uttan mun til, nær bygt er ella nær útstykkjað er.

  3. Tá ið tað snýr seg um landsvegir, ger landsvegamyndugleiki í samráð við býráðið av, hvussu stórur fráleikin frá vegmiðju skal vera.

  4. Tá ið byggimyndugleikin smb. stk. 1. og 2. stk. hevur kravt, at byggingin verður flutt aftur frá verandi veglinju, kann verða kravt, at økið millum hesa veglinju og framtíðan veglinju verður latið til breiðkan av vegnum.

§ 42. Ymisk loyvi til serliga nýtslu av vegnum

  1.  Í tey øki, sum hoyra til einstaklinga og almennar vegir, kunnu, sjálvt um tey bara eru løgd av og ikki gjørd til veg, verða løgd leiðingar og kaðalar og sett tílík virki, sum eftir ætlan byggimyndugleikans eru neyðug ella hent. Teir, sum eiga slík øki, hava skyldu til at geva atgongd til tey í tann mun, neyðugt er til eftirlit og ábøtur á hesum virkjum. Tó skal, áðrenn farið verður undir arbeiðið, altíð verða gjørdur sáttmáli frammanundan viðvíkjandi møguligum endurgjaldi fyri skaðar, ið standast av hesum.

    Øll loyvir til at grava í veg og alt sum verður lagt í veg ella øki, ið er avlagt til veg, skulu góðkennast av byggimynduleikanum, áðrenn bygrjað verður at grava.

  2. Verður hildið neyðugt at flyta leiðingar, kaðalar, standarar o.a., við tað at bygging fer fram, skal hann, sum byggir, endurgjalda kommununi ella øðrum avvarðandi stovni útreiðslurnar av hesum eftir rokning. Sama er við øllum eykavegarbeiðum, ið standast av byggingini, sum verða gjørd eftir kravi frá byggimyndugleikanum.

§ 43. Hornaavskurðir og útsýnisøki
 
  1. Tá ið grund hevur marknaskil mói vegi, og hesi skerast við einum horni, sum hevur minni enn 135 stig, skal hetta hornið verða skorið av við einari linju, sum ger javnstór horn við báðar veglinjurnar, og sum skal vera minst 3 m long í eldri býlingum og 5 m í nýggjari býlingum. Økið uttan fyri hornaavskurðin skal leggjast til veg og gerast sum vegøki.

  2. Við íbinding av vegi skulu í nýggjum býlingum verða ásett útsýnisøki, har eingin lutur av bygging, girðing ella vøkstur verður hægri enn 1 m yvir hæddarstrikuni mitt í vegnum framman fyri útsýniøkið.

§ 44. Avtøka av vegum

  1. Byggimyndugleikin kann, tá ið serstøk byggisamtykt er gjørd, gera av, at verandi vegir og útkoyringar verða niðurløgd ella umskipað, tá ið onnur vegatgongd verður tryggjað avvarðandi ognunum.

  2. Ikki er loyvt at stongja veg við bummum ella á annan hátt byrgja fyri almennari ferðslu uttan samtykki frá byggimyndugleikanum ella løgregluni. Hetta samtykkið kann verða tikið aftur.

§ 45. Girðing út móti vegi

  1. Byggimyndugleikanum er heimilað at gera av, um grundstykki skal verða girt út móti vegi, sum liggur framvið, ella um marki millum grund og veg skal verða greitt á annan hátt. Av hvørjum slag og hvussu høg girðing skal verða, ger byggimyndugleikin av, og farið verður eftir, hvat grundir er nýtt til.

  2. Tá talan er um ídnaðarbygningar, goymslupláss ella líkandi, kann byggimynduleikin krevja, at tað eisini verður uppsett ein hóskandi høg girðing móti grannagrundini.





Byggisamtykt