BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
21-09-2023

Partur 3: Ásetingar fyri ymisku økini

§ 19: Almennar fyriskipanir
 
1)     Galdandi fyri øll økini er, at virksemið í einum bygningi ikki kann broytast, uttan at býráðið skrivliga gevur loyvi til tess.
2)     Óansæð aðrar ásetingar í hesari samtykt kann ikki byggjast nærri enn 5 m frá áarbakkum, uttan serloyvi frá Býráðnum.

§ 20: Øki A: Miðstaðarøki

1)     Økið verður lagt av til miðstaðarbygging, t.e. bústaðir, handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t. Byggimyndugleikin kann geva loyvi til at innrætta eina íbúð til virkiseigara ella starvsfólk.
2)     Byggistigið má ikki fara upp um 0,6.
3)     Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 1,0. Tó kann tað fyri grundstykkir, sum eru 200 m² ella minni fara upp til helvtina hægri og fyri stykkir millum 200 m² og 500 m², verður nettonýtslustigið fastlagt í mun til víddina á grundstykkinum soleiðis, at nettonýtslustigið er 1,5 fyri grundstykki til víddar 200 m2 minkandi lutfalsliga til 1,0 fyri grundstykki upp  til vídd 500 m2.
4)     Hús mugu einans verða bygd í mesta lagi í 3 hæddum við nýttum lofti og ikki vera hægri enn 10 m til yvirgrindina og 13 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður sum húsahædd um so er, at loftið er meira enn 1,0 m oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera.
5)     Frávik kunnu verða gjørd frá ásetingunum í stk. 2, 3 og 4 í serstakari byggisamtykt fyri hóskiligt, náttúrliga avmarkað øki. Tó kann nettonýtslustigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 2,0.

§ 21: Øki B1: Bústaðarøki

1)     Í økinum mugu bert verða bygd fríttliggjandi sethús við upp til 2 íbúðum, og eftir serstøkum loyvi frá byggimyndugleikanum  tví-, rað- og ketuhús, bólkahús og líknandi. Innan fyri økið kunnu, eftir serloyvi frá byggimyndugleikanum, í sethúsum og verandi bygningum verða innrættað høli til handlar, heilsubótarhøli og onnur vinnuendamál, býgdar-og samkomuhús og stovnar um hetta ikki er til bága fyri ella misprýðir økið sum bústaðarøkið.
2)     Grundstykkini skulu verða minst 500 m2 til víddar (sí tó stk. 6) Tá bygt verður eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt, kann byggimyndugleikin loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 m2 – tó minst 400 m2 fyri eitt hús til eina familju og 300 m2 fyri hvønn partin av einum dupult-, rað- ella ketuhúsi, bólkahúsi ella líknandi. Ein partur av tí fastsettu minstu grundvíddini, kann verða loyvdur lagdur út til felags tilhalds- ella parkeringøkið.
3)     Byggistigið má ikki fara upp um 0,3.
4)     Nettonýtslustigið má tó ikki verða størri enn 0,3 fyri hús til eina familju og 0,4 fyri hvønn partin av einum tví-, rað- og ketuhúsi, bólkahúsi og líkandi. Við størri savnaða bygging kann byggimyndugleikin loyva, at nýtslustigið verður roknað fyri økið í síni heild.
5)     Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 9 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 m omanfyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 er tó loyvi at leggja kjallaraloftið upp til 2,5m oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallarahædd má vera.
6)     Fyri grundstykki, sum eru útstykkjað, áðrenn henda byggiviðtøkan er komin í gildi, og sum eru minni enn 500 m2, verða umsóknir um byggiloyvi viðgjørdar soleiðis:
a)     Á grundstykkjum, sum eru minni enn 300 m2, verða bert givið byggiloyvi í heilt serstøkum føri, og bert um bygt verður eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella serstakari byggismtykt fyri eitt nátúrligt avmarkað økið.
b)     Á grundstykkjum, sum eru størri enn 300 m2, men minni enn 500 m2, verður nettonýtslustigið fastlagt í mun til víddina á grundstykkinum soleiðis, at nettonýtslustigið er 0,4 fyri grundstykki til víddar 300 m2 minkandi lutfalsliga til 0,3 fyri grundstykki upp  til vídd 500 m2.
7)     Eldri sethús á grundstykkjum, sum eru minni enn minsta mát, kunnu umvælast og í minni mun kann verða bygt afturat teimum, t.d. durur, baðirúm o.t., so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús.

8)     Um sethús á grundstykkjum, sum eru minni enn minsta mát, verða tikin niður, kunnu bert byggjast nýggj sethús í somu stødd og í sama skapi, sum húsini høvdu frammanundan, ella sethús sum natúrliga hóska inn í grannalagi.

 § 22: Undirøki B2: Bústaðarøki

1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann kjallara við fullum loftshæddi, miðhædd og loft við høgari reising - tó í mesta lagi 45°. Hesi grundstykki hava innkomu frá vegnum niðanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp til 1 m yvir lægstu vegmiðju a innkomuvegi út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 23: Undirøki B3: Bústaðarøki

1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann kjallara við fullum loftshæddi, miðhædd og loft við høgari reising - tó í mesta lagi 45°. Hesi grundstykki hava innkomu frá vegnum omanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp til 1 m undir lægstu vegmiðju a innkomuvegi út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 24: Undirøki B4: Bústaðarøki

 
1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann gøtuhædd og loft við høgari reising - tó í mesta lagi 45°. Ikki er her loyvt, at gera kjallarahædd. Hesi grundstykki hava innkomu frá vegnum niðanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp ti1 1 m yvir lægstu vegmiðju á innkomuvegi, út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 25: Undirøki B5: Bústaðarøki


1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann gøtuhædd og loft við høgari reising - tó í mesta lagi 45°. Ikki er her loyvt, at gera kjallarahædd. Hesi grundstykki hava innkomu frá vegnum omanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp ti1 1 m undir lægstu vegmiðju á innkomuvegi, út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 26: Undirøki B6: Bústaðarøki

 
1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann gøtuhædd og loft við lágari reising, ið kann innrættast - tó í mesta lagið 32°. Ikki er her loyvt at gera kjallarahædd. Grundstykkini hava høvuðsinnkomu frá vegnum niðanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp ti1 1 m yvir lægstu vegmiðju á innkomuvegi, út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 27: Undirøki B7: Bústaðarøki


1)     Afturat ásetingunum ið eru galdandi fyri økið B1, er í hesum øki galdandi, at byggjast kann gøtuhædd og loft við lágari reising, ið kann innrættast - tó í mesta lagið 32°. Ikki er her loyvt at gera kjallarahædd. Grundstykkini hava høvuðsinnkomu frá vegnum omanfyri.
2)     Planerast skal í mesta lagi upp til 1 m undir  lægstu vegmiðju á innkomuvegi, út frá grundstykkininum. Høvuðslongdarás á sethusum skulu verða parallell við vegmiðlinjuna.

§ 28: Øki C: Vinnuøki

1)     Øki verður lagt av til vinnuvirkir, t.e. heilsølur, goymslur, verkstaðir og ídnað (herundir aling), til tænastuvirksemi í samband við vinnuvirkir og til parkeringsøkir o.t. Byggimyndugleikin kann geva loyvi til at innrætta eina íbúð til virkiseigara ella starvsfólk.
2)     Grundstykki skulu vera minst 700 m2 til støddar. Í bygdum øki kann byggimyndugleikin tó geva loyvi til frávik í støddini.
3)     Byggistigið má ikki fara upp um 0,5.
4)     Rúmmálið á húsinum má ikki, uttan serloyvi frá býráðnum, fara upp um 2,5 m³ fyri hvønn m² av grundstykkinum.
5)     Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 10 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.

§ 29: Øki D: Havnarøki

1)     Økið verður lagt av til havnaendamál (herundir eisini bátahavnir) og virkir, sum hava samband við skipaferðslu og fiskivinnu og til virksemi, ið hevur samband við tey.
2)     Byggistigið fyri havnarøkið sum heild má ikki fara upp um 0,3.
3)     Rúmmálið á húsinum má ikki, uttan serloyvi frá býráðnum, fara upp um 3 m³ fyri hvønn m² av samlaða økinum, ið er lagt út sum havnarøki.
4)     Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar. 
5)     Bygt má ikki vera nærri bryggjutrom enn 10 m ella nærri aðrari bygging enn 5 m.
6)     Neystabygging verður ikki loyvd á hesum økinum, og loyvt verður ikki, at verandi neyst verða útbygd. Um eitt neyst verður tikið niður, verður ikki givið loyvið til at byggja uppaftur.
7)     Býráðið hevur heimild til at gera, ella at geva loyvi til, útfyllingar út á sjógv innanfyri tað økið, sum er lagt út til havnarøki á plankortinum.

§ 30: Øki A og D: Miðstaðar- og Havnarøki

1)     Økið verður lagt av til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t. Byggimyndugleikin kann geva loyvi til at innrætta eina íbúð til virkiseigara ella starvsfólk.
2)     Á Havnarlagnum kunnu verða bygdir bygningar við millum 25° og 40° reystari reising og mønu í rætning norður og suður í 3 hæddum við nýttum lofti. Mátað frá kotu 2,0 skulu bygningarnir ella einstakir partar teirra ikki vera hægri enn 12,5 m til yvirgrindina og 15 m til mønuna. Samstundis skal hæddin yvir Sjógøtu/Tvøráveg ikki vera hægri enn 6,5 m til yvirgrindina og 9 m til mønuna. Omanfyri mønu kunnu verða yvirljós ella líknandi.
3)     Niðasta hæddin - á havnarlagnum - kan bert verða nýtt til havnarendamál.
4)     Næsta hæddin – roknað frá havnarlagnum – kann verða nýtt til bæði havnar- og miðstaðarendamál.
5)     Hæddir við gólvi árakað við ella yvir Sjógøtu/Tvørávegi kunnu bert nýtast til miðstaðarendamál. Ovasta hædd kann nýtast til íbúðarbygging.

§ 31: Øki E: Alment endamál
 
1)     Økið verður lagt av til almennar stovnar til undirvísing, røktarheim, heilsurøkt, kirkjugarðar og mentunarlig endamál o.a.t.
2)     Innan fyri økini mugu bert verða gjørdir bygningar, sum samsvara við endamálið hjá avvarandi økispørtum og tænastuvirksemi, ið hevur samband við teir.
3)     Byggistigið má ikki fara upp um 0,4.
4)     Bygningar kunnu bert verða bygdir eftir byggiætlan, sum býráðið hevur góðkent fyri eitt natúrliga avmarkað øki.

§ 32: Øki F: Almenn frítíðarøki

 1)     Økið verður lagt av til ítróttarvøllir, spælipláss, útiverupláss o.a.t.
2)     Innan fyri økini mugu bert verða gjørdir bygningar, sum samsvara við endamálið hjá avvarandi økispørtum og tí tænastuvirksemi, ið hevur samband við teir.
3)     Bygningar kunnu bert verða bygdir eftir byggiætlan, sum býráðið hevur góðkent fyri eitt natúrliga avmarkað øki.
4)     Planting av runnum og trævøkstri kann bert fara fram eftir góðkendari plantingarætlan.

 § 33: Øki G: Neystaøki

 1)     Økið verður lagt av til neystabygging.
2)     Neystini skulu standa ”lið við lið” við skjøldri móti sjónum.
3)     Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m breiðir.
4)     Neyðugar gøtur kunnu tó vera ímillum.
5)     Neystini skulu hava mønu og takhall millum 35 og 50 stig, tó vegleiðandi ”triðingsreyst” (u.l. 42 stig). Neyst mugu ikki verða bygd í meira enn 2 hæddum (íroknað loftshædd) og ikki verða hægri enn 5,5 m til mønuna mátað frá kotu 2,00.
6)     Býráðið kann tó víkja frá hesum ásetingum, um serlig byggiætlan verður gjørd fyri samanhangandi part av neystaøkinum.

§ 34: Øki H: Frílendi

1)     Frílendi eru lendi, sum ikki má byggjast á. Lutvíst eru tað lendi, sum løgd eru av til varðveitingar av náttúru, fornminnum o.t. og til at fríðka bygdina og gera hana dámligari at búgva í, og lutvíst eru tað øki, sum ikki tørvur er á at taka undir bygging í hesi syftu.
2)     Á teimum í 1. stk. nevndu økjum mugu bert verða gjørdir gonguvegir. Broytingar í plantingini kunnu bert fara fram, tá ein nýtingar- og plantingarætlan er gjørd og góðkend fyri eitt natúrliga avmarkað størri øki.
 
3)     Útstykking má ikki fara fram.
4)     Økispartarnir kunnu nýtast til landbúnað, men eingin bygging má fara fram.
5)     Gomul neyst og aðrar gamlar smábygningar við siðsøguligum virði kunnu tó umvælast ella endurreisast soleiðis sum tey vóru fyrr, eftir loyvi frá avvarandi myndugleikum, herundir serlovyi frá býráðnum. Umvældur ella endurreistur bygningur, kann ikki nýtast til endamál sum ikki frammanundan er loyvt í fríøkinum.

§ 35: Øki J: Traðarøki (Smálandbúnaður)

1)     Økið verður lagt av til smá-landbúnað, til varðveitan og positiv menning av náttúruni, og til varðveitan av fornminnum.
2)     Fyri økið eru galdandi fylgjandi ásetingar:
a)     Útstykking má ikki verða gjørd
b)     Bygging av summarhúsum er ikki loyvd
c)     Gerð av vegum og gøtum og broyting av vøkstri, kann bert verða gjørd eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent fyri eitt nátúrligt avmarkað øki
d)     Loyvt verður at byggja smærri bygningar við beinleiðis tilknýti til tann í stk 1 tilskilaða nýtslu av økinum. Bygningar kunnu vera í mesta lagi 35 m² til víddar, og har kann bert byggast ein bygning fyri hvørja trøð. Bygningar skulu hava mønu og takhall millum 35 og 42 stig, og mugu ikki verða bygd í meira enn 2 hæddum (íroknað loftshædd) og ikki verða hægri enn 5,5 m til mønuna. Hús skulu hava flag a tekjuni og skulu setast soleiðis, at tey fella væl inn í landslagið.
e)     Innan fyri økið kunnu harafturat verða gjørdar tekniskar innleggingar, sum eru neyðugar fyri el- og vatnveitingar, fyri lóglig burturveiting av spillvatni og til rakstur og viðlíkahald av vegum. Slík skulu verða løgd soleiðis í landslagið og gjørd á ein sovorðnan hátt, at tær hóska best møguligt í landslagið. Løkir og áir skulu verjast móti dálking.
3)     Bygging, ið til er: Henda byggisamtykt er ikki til hindurs fyri, at núverandi lóglig bygging verður varðveitt, ella at hildið verður fram við lógligari nýtslu av eini ogn. Ikki er loyvt at vaksa um hús við at byggja um ella at taka tey til aðra nýtslu ímóti reglunum í byggi-samtyktini.

§ 36: Øki K: Landbúnaður

1)     Økið er tað, sum eftir er av kommununi, tá frammanundan nevndu øki eru tikin frá, og verður hetta nýtt til landbúnað, grótbrot, fiskaalistøðir og vakstrarhús.
2)     Loyvt er bert at gera bygningar, sum neyðugir eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av virkjum við teim endamálum, ið nevnd eru í 1. stk. Tó er loyvt at gera slík teknisk virki og bygningar, sum neyðugir eru til el- og vatnveitingar, til burturveiting av skarnvatni og til telesamskifti og í samband við vegahald.
3)     Teknisk virki og bygningar skulu vera soleiðis til útsjóndar og setast soleiðis í lendinum, at tey fella væl inn í landslagið.
4)     Tá talan er um byggiloyvi eftir hesi grein, skal neyv frágreiðing av virkseminum og váttanir liggja við umsóknini, og er byggiloyvið treytað av, at byggimyndugleikin samstundis góðkennir frágreiðingina.

Í samband við landbúnað skal lýsingin minst fevna um:
a)     grundarlagið fyri virkseminum
b)     hvussu raksturin verður skipaður

c)     hvat slag av djórahaldi talan er um

d)     hvussu stórt talið av djórum verður

e)     burturbeining av tøðum

f)      aðrar dálkingarkeldur
5)     Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

§ 37: Øki L: Øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding

1)     Á økinum er loyvt at byggja frítíðarhús, og at skipa øki til húsvognar og tjalding. Bygningar til felags umsiting og tænastuveitingar  kunnu byggjast á økinum.
2)     Grundstykkini til frítíðarhús skulu vera í minsta lagi 150 m2 til støddar.

3)     Loyvt er at gera fleiri frítíðarhús til útleigan á sama matrikli. Tó skal víddin samanlagt svara til minst 150 m2 til hvønn bygning, tá ið lendið lagt av til felags tilhalds- og parkeringøki er drigið frá.

4)     Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,5 fyri frítíðarhús.

5)     Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 4 m til yvirgrind og 6 m til mønuna mátað frá miðaljørðildi. Er munurin á lægsta og hægsta jørðildi meira enn 2 metrar, kann kjallari gerast. Kjallari má tó bert verða til víddar 50% av víddini á stovuhæddini. Har bygging er framvið vegi, kann byggimyndugleikin áseta hæddina á kjallaraloftinum í mun til veghæddina. Har kjallari ikki verður gjørdur, skal støðið undir húsunum í mesta lagi vera 60 cm.

6)     Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtslustig, sum nevnd eru í 4. stk., tá økið verður roknað sum heild.

7)     Býráðið kann krevja, at girðing verður gjørd um økið til hvørt frítíðarhús.

8)     Frítíðarhúsini skulu sum minstamát hava lagt el, hita og vatn til húsini og kloakk frá húsunum. Harumframt skulu inni á økinum verða neyðug gøtuljós uppsett. Allar íløgur hesum viðvíkjandi skulu rindast av byggiharranum, umframt at byggiharrin skal rinda gjald fyri íbinding av vatnveiting og kloakk.

9)     Skipan og bygging kann bert fara fram sambært góðkendari serstakari byggisamtykt.



Byggisamtykt