VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-04-2018

Kunning frá vatnveitingini í Tvøroyrar kommunu


Umleggingin av vatnveitingini á Torvheyggi er nú liðug. Allar gamlar leiðingar eru tiknar burtur har ivi hevur verið og nýggjar lagdar í staðin. Sostatt er vissa fingin fyri at hesin parturin fær vatn frá reinsiverkinum á Rananum, ið er góðkent og undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Eftirfylgjandi eru fyrireikingar gjørdar at knýta part av Hvítanesar Vatnfelag uppí kommunalu veitingina. Her tosa vit um øll húsini niðanfyri Traðarvegin, sum koma at verða uppi í veitingini frá høvuðsleiðingini á Traðarvegnum.

Endaliga arbeiðið byrjar væntandi komandi tórsdag, og av tí, at vit her koma inn á sjálva høvuðsleiðingina  verða eisini aðrir brúkarar ávirkaðir í styttri ella longri tíðarskeið. Tvøroyrar kommunu fer at kunna og lýsa nærri í vanligu miðlunum.

Høvuðsleiðingin á Traðarvegnum er komin til ein aldur,  har royndir mugu takast fyri at kanna um hon enn er álítandi ( tað vísir seg at plastikk (PVC) ikki hevur so langa livitíð sum áður hildið), og tað verður tað gjørt samstundis við íbindingina til Hvítanes.




Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo