Byrjað verður í næstu viku at binda Øravík í høvuðsnetið hjá Tvøroyrar Kommunu, og tað arbeiðið tekur væntandi tveir dagar.
Hareftir fáa ørðvingingar ikki longur kelduvatn úr Ørðavík, men drekkivatn frá vatnverkinum á Rananum.
Eftirfylgjandi kanningar av vatninum mugu staðfesta um tað lýkur krøvini áðrenn tilmælið um kóking av vatninum verður tikið av.
Vatngóðskan í Ørðavík er batnað munandi í seinastu árini, síðani kommunan yvirtók vatnveitingina, men samstundis er títtleikan av vatnroyndum eisini øktur, og tað hevur víst at verða sera ringt til fulnar at lúka nútímans krøvini til drekkivatn uttan at reinsa kelduvatnið.
Arbeitt hevur verið við einari ætlan um at fáa eitt lítið vatnverk til Ørðavíkar, men tann ætlan er í hvussu so er fyribils sleppt.