RUSKPLÁSSIÐ
Tú ert her: RUSKPLÁSSIÐ << - VEGLEIÐINGAR
825 Froðba
Tlf. 611085
09-05-2014

Reglur um rusk og burturkast frá húskjum

1. Inngangur
 
1.1 Við heimild í Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast og Viðtøkunum fyri Interkommunala RenovatiónsfelagsskapinL/F (IRF) verða hesar reglur um móttøku av ruski og burturkasti frá húskjum í limakommununum settar í gildi. Atlit er eisini tikin til niðanfyristandandi lógir og kunngerðir: Løgtingslóg um náttúrufriðing, nr. 48 frá 9. juli 1970 Løgtingslóg um umhvørvisvernd, nr. 134 frá 29. oktober1988 Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju frá 13. mai 1992 Kunngerð um umhvørvisreglur, nr. 53 frá 3. mai 1994 Reglugerð um ruskinnsavning frá 1. juli 1994
 
2. Endamál
 
2.1 Endamálið við hesum reglum er at tryggja, at rusk og burturkast frá húskjum í lima-kommununum í IRF verður savnað og viðgjørt á ein tryggan hátt, tekniskt, heilsuliga og umhvørvisliga.
 
3. Skipan
 
3.1 Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, stuttstava IRF, er eitt lutafelag, har allar kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar. Felagsskapurin hevur til endamáls at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur. IRF hevur skyldu til at taka ímóti øllum burturkasti.
 
3.2 Hægsta vald í felagsskapinum er aðalfundurin. Aðalfundurin velur nevnd við seks kommunustýrislimum fyri eitt valskeið ísenn.
 
3.3 Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur um, hvussu innsavning, burturkoyring og viðgerð verður skipað.
 
3.4 IRF hevur innsavningarskipan til húsarhaldsrusk, serliga dálkandi burturkast og annað burturkast í limakommununum, sambært Kunngerð um burturkast og viðtøkum felagsins.
 
3.5 IRF hevur innsavningarskipan til spillolju í limakommununum, sambært Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
 
3.6 IRF er eitt tænastuvirki viðvíkjandi burturkasti hjá kommununum. Tað merkir, at lima-kommunurnar vísa til IRF, tá tað ræður um innsavning og viðgerð av ruski og burturkasti.
 
3.7 Vísandi til kunngerð um burturkast merkir tað, at borgarar og virki hava skyldu at lata sítt burturkast til IRF eftir teimum reglum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi.
 
3.8 IRF hevur ikki kommunalan umsitingar- ella eftirlitsmynduleika í limakommununum. Hesir mynduleikar liggja hjá kommunustýrunum við kærurætti til Heilsufrøðiligu Starvstovuna sambært Kunngerð um burturkast.
 
4. Reglurnar umfata
 
4.1 Hesar reglur eru galdandi fyri øll húski í kommunum, sum eru limir í IRF.
 
4.2 Reglurnar eru galdandi fyri innsavning og viðgerð av øllum ruski og burturkasti, sum stavar frá vanligum húsarhaldi.
 
4.3 Burturkast frá nýbygging og størri umvælingum av sethúsum, úthúsum og líknandi verður roknað sum vinnuligt burturkast. Víst verður til Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-limakommunum
 
4.4 Um nýggjar skipanir verða royndar, kann IRF seta serstakar fyriskipanir í verk í ávísum kommunum. Viðkomandi kommunur skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. Hesar fyriskipanir verða fastlagdar í fylgiskjølum til reglunar.
 
4.5 Reglurnar viðvíkja ikki: mold, grót, betong o.l. frá byggivirksemi serliga oxiderandi burturkasti spreingievni fýrverki
 
5. Allýsingar
 
5.1 Húski: Fólk, sum búgva í somu í sethúsum. Harafturat er eitt húski eisini fólk, sum búgva í somu íbúð í sethúsum, raðhúsum ella øðrum bústaðarskipanum. Bústaðirnir skulu lúka treytirnar í kommunalu byggisamtyktunum.
 
5.2 Sethús: Hús, íroknað tvíhús við egnum matr. nr., sum verður brúkt til bústað.
 
5.3 Raðhús: Hús við egnum matr. nr., ið er samanbygt við fleiri hús í eini røð, og sum verður brúkt til bústað hjá í mesta lagi einum húski.
 
5.4 Íbúð: Sjálvstøðugur bústaður í sethúsum, raðhúsum v.m., sum verður brúktur til bústað hjá einum húski.
 
5.5 Eigari: Tann, sum sambært tinglýsingini eigur føstu ognina.
 
5.6 Rusk: Leivdir og smálutir, sum dagliga verða koyrdir burtur, og sum ikki kunnu endurnýtast /endurvinnast ella eru serliga dálkandi.
 
5.7 Burturkast: Størri lutir og húsgøgn, sum bert verða koyrd burtur.
 
5.8 Vinnuligt burturkast: Víst verður til Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-limakommunum.
 
5.9 Innsavningarskipan: Skipan, har rusk verður heintað frá húskjum. IRF hevur ábyrgdina av, at innsavningarskipanin virkar sambært Kunngerð um burturkast.
 
5.10 Avhendingarskipan: Skipan, har kommunan vísir á móttøku, sum húski kunnu lata burturkast til eftir ávísum treytum. Kommunan hevur ábyrgd av, at móttøkan verður rikin sambært hesum reglum.
 
5.11 Støða: Staðið á ogn, har ruskposastativ stendur.
 
5.12 Flutningsvegur: Gonguteinur millum støðu og atkomuveg til ognina.
 
5.13 Grái posin: Posi við IRF áskrift til rusk, sum skal brennast, frá dagliga húsarhaldinum.
 
5.14 Grái eykaposin: Posi, ið fæst til keyps við IRF áskrift til rusk, sum skal brennnast, frá dagliga húsarhaldinum.
 
5.15 Hvíti posin: Posi við IRF áskrift til pappír og papp, sum er ætlað til endurnýtslu.
 
5.16 Reyði posin: Posi við IRF áskrift til serliga dálkandi burturkast.
 
5.17 Ruskinnsavnari: Starvsfólk hjá IRF, sum heintar posar frá húskjum.
 
5.18 Burturkastmóttøka: Kommunalt pláss, sum tekur ímóti ruski og burturkasti frá borgarum (bingjupláss, endurnýtslupláss).
 
5.19 Burturkastflokkar: IRF ger av, hvussu rusk og burturkast verður flokkað. Víst verður til Fygiskjal 1.
 
6. Skyldur borgaranna
 
6.1 Húski í limakommununum hava skyldu at skilja rusk og burturkast samsvarandi teimum skipanum, sum eru ella verða settar í verk av IRF, sambært Kunngerð um burturkast og viðtøkum felagsins.
 
6.2 Húski í limakommununum hava skyldu til at nýta tær innsavningarskipanir, sum eru ella verða settar í verk av IRF.
 
6.3 Húski í limakommunu hava skyldu til at nýta tær avhendingarskipanir, sum eru ella verða settar í verk av kommununum sambært Kunngerð um burturkast.
 
6.4 Brenning av burturkasti er ikki loyvd uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni sambært Kunngerð um burturkast.
 
7. Innsavningarskipan til húsarhaldsrusk
 
7.1 Skipanin fevnir um innsavning av gráum ruskposum við bústaðin.
 
7.2 Húski skulu hava stativ til gráa ruskposan.
 
7.3 Húski útvega og viðlíkahalda sjálvi stativini. Stativini skulu vera av góðkendum slag sambært Fylgiskjali 2.

7.4 Um meira enn eitt húski er í einum sethúsum, hava tey skyldu til at hava felags støðu. IRF avgerð, um hús við fleiri íbúðum, raðhús og íbúðir í ávísum økjum skulu vera felags um eina ruskposastøðu ella ruskbingju. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunnast og hoyrast, áðrenn støða verður tikin til at seta skipanina í verk.
 
7.5 IRF útvegar fyrstu ruskbingjuna, um so er, at íbúðirnar hava onnur íløt frammanundan. Eftir hetta og í øki við nýbygdum íbúðum, hevur eigari ella eigarfelag skyldu til at útvega góðkent ílat fyri egnan kostnað.
 
7.6 IRF kann taka avgerð um, at á ávísum ognum ella í ávísum bústaðarøkjum skulu bingjur nýtast í staðin fyri ruskposar. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk.
 
7.7 IRF heintar ein gráan ruskposa um vikuna frá hvørjum húski. IRF útflýggjar hvørjum húski ruskposar, svarandi til ein posa um vikuna. Ruskinnsavnararnir taka bert ruskposar við IRF áskrift. Tað er ikki loyvt at koyra annað í ruskposan enn tað, sum er fyriskrivað í Fylgiskjali 1.
 
7.8 IRF heintar tveir gráar ruskposar um vikuna frá húskjum, har tað eru 6 fólk ella fleiri og húskjum við serligum heilsuligum tørvi. Bý/bygdaráðini upplýsa IRF um hesi húski. Hevur húskið fingið loyvi til at hava tveir posar, er eisini neyðugt at hava tvey stativ.
 
7.9 Ruskinnsavnararnir taka eisini gráar eykaposar við IRF áskrift frá húskjum.
 
7.10 Ruskposin verður í mest møguligan mun tikin sama dag hvørja viku.
 
7.11 Hundar ella onnur djór skulu á ongan hátt vera til ampa fyri ruskinnsavnaran.
 
7.12 Støða, vekt, flutningsteinur o.a. viðvíkjandi innsavning av húsarhaldsruski skulu í minsta lagi skipast samsvarandi galdandi tilmæli um ruskinnsavning frá Arbeiðseftirlitinum. IRF kann gera strangari reglur enn Arbeiðseftirlitið mælir til. Nærri reglur eru lýstar í Fylgiskjali 3.
 
8. Innsavningarskipan til pappír
 
8.1 Skipanin fevnir um innsavning av hvítum posum frá húskjum.
 
8.2 Hvíti posin stendur í stativi á somu støðu sum grái posin.
 
8.3 Húski útvega og viðlíkahalda sjálvi stativ. Stativið skal vera av góðkendum slag sambært Fylgiskjali 2.
 
8.4 Um meira enn eitt húski er í einum sethúsum, hava tey skyldu til at hava felags støðu. IRF avgerð, um hús við fleiri íbúðum, raðhús og íbúðir í ávísum økjum skulu brúka eina felagsbingju til pappír í staðin fyri posar. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk.

8.5 IRF útvegar fyrstu ruskbingjuna, um so er, at íbúðirnar hava onnur íløt frammanundan. Eftir hetta og í øki við nýbygdum íbúðum, hevur eigari ella eigarafelag skyldu til at útvega góðkent ílat fyri egnan kostnað.
 
8.6 IRF tekur ein hvítan posa frá hvørjum húski við føstum millumbilum. IRF útflýggjar hvítar posar í samsvarið við innsavningartíttleikan. Øll húski fáa einaferð um árið eitt yvirlit yvir, nær hvíti posin verður heintaður í teirra øki.
 
8.7 IRF kann, um serligar grundir eru fyri tí, gera av, at pappír ikki verður heintað í einari kommunu. Viðkomandi kommuna skal kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. IRF kunnar íbúgvarnar um skipanina.
 
8.8 Annars eru somu treytir galdandi fyri innsavning av hvíta posanum sum av gráa posanum
 
9. Innsavningar- ella avhendingarskipan fyri serliga dálkandi burturkast
 
9.1 Skipanin fevnir um innsavning av serliga dálkandi burturkasti frá húskjum.
 
9.2 IRF útflýggjar øllum húskjum í limakommununum ein reyðan posa við jøvnum millumbilum.
 
9.3 Hvørt húski fær ein nýggjan reyðan posa, so hvørt tað letur ein. Ruskinnsavnarin festir nýggja posan í ruskstativið á tryggan hátt. Tað er ikki loyvt at koyra annað í reyða posan enn tað, sum er fyriskivað í Fylgiskjali 1.
 
9.4 Eigarin setir reyða posan á støðuna hjá gráa ruskposanum eftir tørvi. Posakjafturin skal vera afturlatin á tryggan hátt.
 
9.5 Reyði posin kann latast á vælriggaða burturkastmóttøku í kommununi, sambært Fylgiskjali 4.
 
10. Móttøkustøð til rusk og burturkast
 
10.1 Kommunan hevur skyldu til at hava móttøkustøð til rusk og burturkast frá borgarunum sambært Kunngerð um burturkast.
 
10.2 Móttøkurnar skulu í minsta lagi verða gjørdar og skipaðar sum fyriskrivað í Fylgiskjali 4, pkt. 1 og pkt. 2.1. Verða nevndu krøv ikki fylgd, er neyðugt at gera avtalu við IRF um fyribilsskipan í seinasta lagi ein mánað eftir, at hesar reglur eru samtyktar. Á smáplássum kunnu serligar skipanir verða settar í verk eftir avtalu við IRF.
 
10.3 Kommunan byggir og rekur móttøkustøðina í samráð við IRF, og hevur kommunan ábyrgdina av, at støðin verður rikin forsvarliga.
 
10.4 IRF letur bingjur til móttøkustøðina við atliti til íbúgvaratalið í kommununi, og ber kostnaðin av øllum vanligum viðlíkahaldi av teimum, sum stendst av vanligum sliti og elli, meðan kommunan ábyrgdast fyri skaða ella óhapp, sum ikki stendst av vanligum sliti og elli.

10.5 Kommunan ásetur sjálv, nær og hvussu leingi móttøkan er opin. Kommunan setir og lønir fólki at vegleiða, og at hava eftirlit á móttøkustøðini.
 
10.6 Móttøkustøðin tekur bert móti ruski og burturkasti frá vanligum húsarhaldi.
 
10.7 Tá rusk og burturkast verður latið á kommunalar móttøkur, skal tað verða skilt sambært Fylgiskjali 1 og skiljimøguleikunum á staðnum.
 
10.8 IRF tømir bingjurnar eftir tørvi. Tó skulu bingjur til burturkast, sum skal brennast, sum meginregla tømast einaferð um vikuna.
 
10.9 Kommunan hevur skyldu til at halda móttkustøðina og økið rundan um reint og ruddiligt, og fylgja teimum ásetingum, sum IRF setur.
 
10.10 Rusk og burturkast av bingjuplássum verður avroknað millum IRF og viðkomandi kommunu sambært Fylgiskjali 5.
 
10.11 Kommunur kunnu samstarva um burturkastmóttøku.
 
11. Fyrispurningar og fráboðanir
 
11.1 Fyrispurningar viðvíkjandi burturkasti skulu stílast til høvuðsskrivstovuna hjá IRF.
 
11.2 Fráboðanir um broytingar skulu latast kommununum í góðari tíð.
 
12. Undantøk
 
12.1 IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum.
 
12.2 Nevndin í IRF hevur heimild til at gera broytingar í fylgiskjølunum til reglurnar, sum skulu kunngerðast kommunum og borgarum í góðari tíð.
 
13. Eftirlit
 
13.1 Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum verða fylgdar.
 
13.2 Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera avtalu við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist.
 
13.3 Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag.
 
14. Kærur
 
14.1 Kærur um innsavning av ruski og burturkasti skulu stílast beinleiðis til høvuðsskrivstovuna hjá IRF.

14.2 Húski kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til avvarandi kommunu.
 
14.3 Kommunur kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til Heilsufrøðiligu starvstovuna.
 
15. Revsing
 
15.1 Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at taka ímóti ruski og burturkasti frá húskjum og bingjuplássum. IRF boðar viðkomandi kommunu frá hesi avgerð. Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært ásetingum í hesum.
 
16. Gildiskoma
 
16.1 Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.
 
16.2 Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins.
 
16.3 Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta lagi eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins. Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins tann 3. mai 2007
 
 
Reglugerð við fylgiskjølum (PDF, 195KB)
 



Ruskplássið, 825 Froðba - Tlf. 611085