ÍTRÓTTARHØLLIN
Tú ert her: ÍTRÓTTARHØLLIN << - GREINAR
Smærugøta 9
826 Trongisvágur
21-12-2020

Rakstur av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági

Søkt verður hervið eftir fólki at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági frá 1. januar 2021.

Ynskið er, at kantinan verður rikin vinnuliga, og at ein 5 ára sáttmáli verður gjørdur við Tvøroyrar Kommunu. Les nærri her

Avtalan umfatar einkarætt til sølu frá og í kantinuni, eftir nærri ásettum reglum. M.a. er tað ein treyt at kantinan skal vera opin, tá ið tiltøk eru í høllini.

Húsaleiga, el og hiti verður goldin sambært ásetingunum í sáttmálanum.  

Áhugað sum hava spurningar ella ynskja at síggja hølini og umstøðurnar, kunna venda seg til kommunuskrivstovuna á tlf. 611085.

Kommunan tilskilar sær rætt til at velja frítt millum innkomnu boðini ella um mett neyðugt søkja av nýggjum.

Freistin at innlata tilboð uppá raksturin er 7. januar 2021, kl. 12.00.

 
Tvøroyri 21.12.2020 



Ítróttarhøllin, Smærugøta 9, 826 Trongisvágur