DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - STARVSLÝSINGAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
07-07-2023

NÁMSFRØÐINGAR ELLA HJÁLPARFÓLK TIL FRÍTÍÐARSKÚLAN OG BARNAGARÐIN Í TVØROYRAR KOMMUNU, AT BYRJA 14. A

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til frítíðarskúlan, og einum til barnagarðin Mýrifípan.

 

  • Í fríiðarskúlanum er starvstíðin 25-30 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl. 11.00-17.00.
  • Í barnagarðinum er starvstíðin 30-40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl. 7.15-17.00.

 

 
Stovnslýsing:
 
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
 
Vit vanta at tú: 
  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
 
Setanarviðurskifti: 
  • Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
  • Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovnum og má tola broytingar
 
Meira fæst at vita: 
 
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf.  218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf. 781162.
 
Umsókn: 
  
Umsóknir, saman við prógvi, barnaváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 1. august 2023 kl.12.00.
 
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
 
 
Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Tvøroyrar Kommuna 
Mýrifípan
 


 




Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo