DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
08-09-2022

Heystmarknaður 8. oktober

So er skjótt eitt ár liðið síðan seinasta heystmarknað í miðbýnum og fyrireikingarnar til ársins heystmarknað eru væl áleiðis. Í ár verður tiltakið eina viku seinni, leygardagin hin 8. oktober.

Vit hava fingið fleiri áhugaverdar luttakarar til hugnaliga tiltakið og fara vit at kunna um hetta komandi vikurnar.

Um tú hevur áhuga í at luttaka í heystmarknaðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og umbiðja pláss. Tað er ókeypis at vera við.

Einasta fyritreytin fyri at vera við, er, at tað, ið selt verður, skal hóska til tiltakið, ið er ætlað sum ein sýnisgluggi av føroyskum matvørum, handverki, amboðum og øðrum líknandi.

Heystmarknaðurin byrjaði í 2019 og hevur verið sera væl umtóktur millum vitjandi og luttakandi.

Verið vælkomin at ringja, í vanligari arbeiðstíð ml. 08:00-16:00, á +298 214614 ella sendið teldupost á bn@tvoroyri.fo. Seinasta freist at umbiðja sær pláss, er fríggjadagin 30. september kl. 15:00. Gott er at verða í góðari tíð, tí avmarkað pláss er.

Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu, og verður ljós varpað á hetta allan oktober mánað.
 
 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo