ELDRASAMBÝLIÐ
Tú ert her: ELDRASAMBÝLIÐ << - GREINAR
800 Tvøroyri
Tlf. 371758
Heimar5@heimarokt.fo
10-12-2020

Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni -BHS-

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna BHS:

Evstu ábyrgd fyri Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy hevur eitt stýrið, sum er mannað við 9 limum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni eru fastir limir, og harumframt verða vald eitt umboð afturat frá Vágs Býráð og eitt frá Tvøroyrar Býráð.

Stýrið hevur skipað seg tíðarskeiði 01.01.2017 - 31.12. 2020 við Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, sum formanni, og Jóannes Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, sum næst-formaður

Í stýrinum fyri BHS sita: (2017-2020)

  • Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu  formaður
  • Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins næst-formaður
  • Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu
  • Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í  Porkeriskommunu
  • Kirstin S. Bech, býráðslimur í Vágs kommunu
  • Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri í Hovs kommunu
  • Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
  • Súsanna Bertholdsen, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu
  • Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
 Viðtøkur fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy BHS: her

Eisini er eitt Eldraráð valt fyri Bú- og Heimatænastuna í Súðuroynni, sum hevur til uppgávu at ráðgeva BHS í spurningum, ið hava við eldrapolitikk at gera. 

Galdandi fyri inniverandi valskeið 2017-2020, eru limirnir í eldraráðnum valdir av Bý- og Bygdaráðunum í Suðuroynni, og er eldraráðið samansett soleiðis: (í viðtøkunum fyri eldraráðið §4, er ásett at, Íbúgvarnir í hvørjari kommunu velja síni umboð í Eldraráðið á sama hátt sum BHS-stýrið verður valt, har hvør kommuna fær eitt umboð fyri hvørjar byrjaðar 1000 íbúgvar)

Í eldraráðnum fyri BHS sita: (2017-2020)

  • Ingeborg Vinther, formaður
  • Daniel Johan Lisberg, næstformaður
  • Ólavur Hovsgarð, skrivari
  • Naia M. Mortensen kassameistari
  • Jórun Bech
  • Alma Fossá
  • Marianna Poulsen

 

Viðtøkurnar fyri Eldraráðið kunna lesast her 
 
 






Eldrasambýlið, 800 Tvøroyri - Tlf. 371758 - Heimar5@heimarokt.fo