ÚTIBARNAGARÐURIN
Tú ert her: ÚTIBARNAGARÐURIN << - GREINAR
Smærugøta 11
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
25-05-2020

Starvsfólk heiðrað

 
 
Í dag vórðu 6 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu.
 
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði starvsfólkunum gávu og blómutyssi, á hugnaligari samkomu í býráðssalinum kl. 15.
 
 
Tey, ið vóru heiðrað, vóru hesi:
 
15 ár: Anne-Mie Johansen, námsfrøðingur í Mýrifípuni, og Hansine Brandt, hjálparfólk í útibarnagarðinum.
 
20 ár: Bára Strøm, námsfrøðingur í Mýrifípuni -vantar á myndini.
 
25 ár: Jennie Debes, skrivstovufólk í bókhaldinum
 
30 ár: Fanny Nielsen, Sólfríð West, og Mikkalina Simonsen, allar hjálparfólk í Mýrifípuni. 
 
 
Siðvenja er, at fólk, ið hava verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár, verða heiðraði við eini gávu og einum blómutyssu. Tvøroyrar Kommuna ynskir á henda hátt at lata eina viðurkenning fyri trúgva tænastu fyri kommununa. 
Viðurkenning verður latin hvørt fimta ár yvir 15. starvsár.
 
 
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini!
 
 
Fleri myndir: Starvsfólk heiðrað 2020
 
 
 



Útibarnagarðurin, Smærugøta 11, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo