Sambært Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018, §9. er ásett: Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.
§1 Endamál
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráði við leiðaran á dagstovnaøkinum. Foreldraráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini, dagstovnaøki og kommununa.
Stk. 2. Foreldraráðið skal vera ráðgevandi í mun til dagstovnaleiðaran, sum ikki er bundin av at fylgja ráðgevingini frá foreldraráðnum, um haldgóð grund er fyri hesum.
§2 Heiti
Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tvøroyrar Kommunu.
§3 Foreldraráðslimir
Í ráðið kunnu veljast millum øll foreldur, ið hava børn í barnaansingini og forskúlanum hjá Tvøroyrar kommunu.
§4 Atkvøðurætt
Foreldur ella verjar hava eina atkvøðu hvør, uttan mun hvussu nógv børn tey hava í barnaansingini hjá Tvøroyrar kommunu.
§5 Ráðið
Foreldraráðið er samansett við 3-5 limum. Tað er dagstovnaleiðarin, sum tekur stig til, at foreldraráðið verður valt á foreldrafundinum um heystið. Foreldraráðið verður valt fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Gevst barn hjá ráðslimi á dagstovnaøkinum, tekur varalimurin sæti í foreldraráðnum.
Stk. 2. Foreldraráðið og tess varalimir verða valdir við vanligum atkvøðumeirluta millum tey foreldur, sum eru møtt á foreldrafundinum.
Stk. 3. Foreldraráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu og einum skrivara.
Stk. 4. Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin og áliggur tað formanninum at kalla saman. Berst formanninum frá kallar næstformaðurin ráðið saman.
Stk. 5. Fundur í foreldraráðnum er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. Avgerðir í foreldraráðnum verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta. Miðjast skal tó ímóti, at avgerðir hjá foreldraráðnum eru einmæltar.
Stk. 6. Skrivarin letur úr hondum fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað aftaná fundin av teimum limum í foreldraráðnum, sum hava luttikið á fundinum.
Stk. 7. Formaðurin/forkvinnan í foreldraráðnum kann boðað dagstovnaleiðaranum til fundar í ráðnum.
§6 Samráðingar
Ráðið er samráðingarlið ímillum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.
§7 Ábyrgd limanna
Limir í foreldraráðnum skulu arbeiða samvitskufult, og kemur ráðið fram á viðurskifti í dagstovninum, sum ikki eru ráðilig ella lóglig, skal ráðið beinanvegin kunnað dagstovnaleiðaran.
Stk. 2. Limir í foreldraráðnum hava tagnaðarskyldu um viðurskifti við atliti til dagstovnin, sum limirnir fáa kunnleika um. Tagnaðarskyldan er eisini galdandi aftaná at limur er farin úr foreldraráðnum.
§8 Aðrar ásetingar
Innlit í fundarfásagnir v. m. frá ráðs- og ella foreldrafundum verða ásetingarnar í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina gjørdar galdandi.
§9 Samtykt og góðkend
Tvøroyrar býráð hevur á fundi tann 7. november 2024 samtykt, at góðkenna hesar viðtøkur.
Tvøroyrar kommuna 8. november 2024