TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-07-2022

Nýggj tøkni

NET dótturfelag hjá Føroya Tele hevur fingið loyvið frá Tvøroyrar kommunu at byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, júst 50 ár eftir at Tvøroyri fekk automattelefon.

 
Fríggjadagin 10. juni var tað 50 ár síðani, at Tvøroyri, og harvið Suðuroy, fekk automattelefon, og nú 50 ár seinni verður byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, ið nevnist FTH Fibur til heimi.
 
 
 

Tvøroyrar kommuna hevur tí tikið avgerð um at loyva NET at byrja uppá verkætlanina, ið verður mett týdningarmikil og neyðug, fyri at ein býur sum Tvøroyri kann mennast innan samskiftistøkni javnt við tíðarinnar krøv og framtíðarinnar tørv.

Verkætlanin gongur út uppá, at fiburkaðalar, -eisini nevndir ljósleiðarar- verða lagdir inn i hvørt hús í sóknini, ístaðin fyri gomlu koparkaðlarnar, ið vóru eitt tíðandi aktiv í automattelefonini fyri 50 árum síðani, sum enn í dag vera nýttir til telefoni og breiðband.

NET upplýsir, at gomlu koparkaðlarnir hava avmarkingar. Hesir eru blivnir ótíðarhóskandi og eru ikki sørt fløskuhálsar, nú krøvini til ferðina á breiðbandinum økist ár um ár.

Nýggju ljósleiðararnir kunna veita nærum óavmarkaða breiðbandsferð og dátunøgdir, har fjarskiftisveitarar kunna bjóða øllum borgarum á Tvøroyri eitt framtíðartrygga breiðbandsnet við ferð á meira enn 1000Mbit, tá verkætlanin er liðug.

 

Verkætlanin hevur tó ein stóra ampan við sær fyri kommununa, tí nógvastaðni verður neyðugt, at fresa spor í koyribreytina fyri at røkka hvørt hús í sóknini, har rør enn ikki eru løgd til ljósleiðara.

NET hevur gjørt sáttmála við fyritøkuna MTV byggivirki hjá Mortan Vang í Froðba um at fremja verkætlanina. Og sum nakað nýtt verður roynt at fresa í vegin við serútgerð og forsegla henda við serligum tilfari, sum skal skána koyribreytina mest møguligt.

Allir partar eru greiðir um avbjóðingina, at umganga skaðar á koyribreytina, um enn tað neyvan kann umgangast, at skaði kann henda á verandi leiðingar, sum liggja í vegnum. Roynt verður tó at taka mest møguligt atlit og fremja verkætlanina við minst møguligum árinum.

Tekniska deild fylgir neyvt við arbeiðinum, og verða tillagingar gjørdar eftir tørvi fyri at verja koyribreytina mest møguligt. Verkætlanin verða at byrja frá Torvheyggi og út á Hamar. Eftir tað verður fresa í Øravíkarlíð, og hildið áfram til alt Tvøroyri er liðugt.

Verkætlanin FTH byrjaði í dag 12. Juli 2022, har borgarstjórin Kristin Michelsen setti í gongd maskinuna hjá MTV byggivirki, ið skal skal fresa eitt 5 cm breitt spor í koyribreytina, har í tann nýggi ljósleiðarin verður lagdur.

 
 Kristin Michelsen, borgarstjóri setur maskinuna í gongd
 
 
 
 
Mynd av maskinu, Mortan Vang, stjóra á MTV, Kristin Michelsen borgarstjóra og Jákup Nielsen, verkætlanarleiðara hjá NET.
 
 
 

Søgan um telefonina.

Jákup Nielsen, leiðari á FTH-verkætlanini, hevur í samband við at 50 ár eru liðin síðan Tvøroyri fekk automattelfon, skriva eina frásøgn, ið okur hava lánt og endurprenta brot burtur úr niðanfyri.  Talan er um eina stutta lýsing av tíðini og søguna, frá 10 juni í 1972, tá automatstøð var tikin í brúk á Tvøroyri, og suðuroyingar kundi á fyrsta sinni snara tað telefonnummarið, sum man ynskti at ringja til, har automattelefonir vóru.

Áðrenn automatstøðinar vóru tiknar í brúk í 70´inum, vóru tað telefondamur, sum avgreiddu allar telefonsamtalur umvegis luftlinjur, sum hingu í telefonpelum millum hús og millum bygdir. Hesar luftlinjur riggaði ikki væl saman við eini automatstøð, og var tí neyðugt at niðurgrava koparkaðalar kring um allar Føroyar, sum bleiv ein stór uppgáva (sí mynd niðanfyri). 

 
 

Gamla telefonstøðin á Tvøroyri, har telefondamur avgreiddu telefonsamtalur inntil 1972 stóð á parkeringsøkinum yvirav Telebúðini.

Hetta húsið er niðurtikið ikki har longur, men bleiv keypt í 1917 til telefonstøð (Bygdaborðið) og telegrafsamband millum Tvøroyri og Tórshavn.

 

Tann fyrsta telefonstøðin á Tvøroyri kom í 1907. Tá bleiv eisini sjókaðal lagdur (koparkaðal) millum Skarvanes og  Sandvík. Sjókaðalin riggaði ikki væl, og  fekk nógv brek, ið vóru trupul og kostnaðmikil at umvæla. Sjókaðalin bleiv tikin úr brúk í 1917, tá telegrafsamband bleiv upprættað.

Ongin sjókaðal var lagur aftur til Suðuroynna fyrr enn í 2007, tá ljósleiðarar vóru lagdir millum Hvalba og Miðvág, og millum Víkarbyrgi og Skálavík. Hesir kaðalar eru í dag  lívæðrin í telesamskiftinum til og úr Suðuroynni, og vóru lagdur júst  100 ár eftir at kaðal var lagdur millum Sandvík og Skarvanes.

Automatstøðir blivu uppsettar í Suðuroy :

  • ·     Tvøroyri (Suðuroy, mið) 10 juni 1972
  • ·      Vágur (Suðuroy, suður) 16 desembur 1972
  • ·      Hvalba (Suðuroy, norð) 4 august 1973

 

 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo