TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
29-06-2017

Vatnveitingarskipanin hjá Tvøroyrar Kommunu løggildað

Tvøroyrar Kommuna fekk í gjár sum triðja kommuna í landinum og fyrsta í Suðuroynni, løggilding fyri sína vatnveitingarskipan á Rananum. Hetta inniber at mannagongdir viðvíkjandi frameiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Helsufrøðiligu Starvsstovuni, sum framyvir er eftirlitsmyndugleiki og harvið er við at tryggja at drekkivatnið altíð er á hægsta støði. Sostatt hevur áralangt arbeiði við skipanini rokkið á mál so vit framhaldandi kunnu menna tryggleikan á hesum grundarlagi. Á myndini síggjast frá vinstru: Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur og leiðari á Teknisku Deild, Kristin Michelsen, borgarstjóri, Kim S Bergkvist frá eftirlitsdeildini hjá HFS og Chris Jan Michelsen, vatnmeistari.




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo