TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-03-2016

Ver við til at planta í páskafrítíðini!

Nú er aftur eitt høvi til at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá.

Í heyst settu 30 sjálvboðin uml. 1000 trø og runnar niður, og hetta var fyrsta stig í einari ætlan, ið fevnir um 13.000 m2.

Í gerandisdøgunum í páskafrítíðini er nú ætlanina aftur at gróðurseta 1000 trø, tískil er tørvur á sjálvbodnum, ið kunnu hjálpa í styttri ella longri tíð.

Byrjað verður at planta týsdagin 22. mars.

Tey sum vilja hjálpa kunnu møta kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur verður at fáa.

Tað ber væl til at taka børn við, og soleiðis fáa eina hugnaliga løtu saman.

Samskipari er: Lasse Jensen, tlf. 611081.

 
Myndir: Træplanting í Trongisvági 12-10-2015
 
Grein: Sjálvboðin plantaðu 950 trø og runnar
 
Grein: Viðarlundin við Stórá  
 
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo