UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-03-2023

ALDURSFORSETIN FOSTRAÐ 4 LEIKARAR TIL FÓTBÓLTSLANDSLIÐINI

 

Í gjár skrivaðu vit um hvussu væl umboðað Tvøroyri var á borðtennislandsliðnum. Fótbóltslandsliðið hjá monnum, ið júst er úttikið, stendur ikki nógv aftanfyri. Eisini er umboð, fostrað í TB, á kvinnulandsliðnum.

Tríggir av leikarunum, ið eru úttiknir til mannslandsliðið, eru beinleiðis uppaldir í TB: Patrik Johannesen, Stefan Radosavljevic og Gilli Rólantsson Sørensen, ið nú aftur spælir við TB. Gilli er tann mest royndi á landsliðnum, við 60 skrásettum dystum. Patrik hevur leikt 20 landsdystir og Stefan 2, men Stefan hevur, eins og Patrik og Gilli, verið fast inventar á so at siga øllum U-landsliðnum. Stefan spælir annars í Írlandi við liðnum Sligo Rovers, meðan Patrik spælir við íslendsku Breiðablik.

Til stuttleikar kann eisini nevnast, at Tvøroyri eigur hálvan part í tveimum øðrum leikarum á landsliðnum. Bæði Rógvi Baldvinsson og Meinhard Egilsson hava pápar av Tvøroyri, sum í sínari tíð byrjaðu at spæla fótbólt í TB.

ÍKAST ÚR TB TIL KVINNULANDSLIÐIÐ EISINI

Eisini á kvinnusíðuni hevur TB umboð. Evnaríka Julia Naomi Mortensen, ið til dagliga spælir við AaB í Danmark, er úttikin til kvinnulandsliðið. Julia er skrásett fyri 20 A-landsdystir, men hevur eisini áður spælt við bæði U17 og U19 landsliðunum.

 

Tvøroyrar kommuna ynskir landsliðunum báðum, og leikarunum av Tvøroyri,bestu eydnu við komandi avbjóðingum.

 

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo