Síðstu jól varð nógv gjørt burturúr við jólaframsýningini ’Siðsøgulig jól á Tvøroyri’. Eitt av endamálunum við framsýningini var at fáa nýtt lív í gomlu søguligu bygningarnir á Tvøroyri, og m.a. varð Faktorhúsið, eisini nevnt Roykstovan, innrættað sum eini hugnalig sethús úr 1950unum. Áhugin fyri framsýningini var somikið stórur, at Tvøroyrar kommuna hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu nýtast til ymisk endamál.
Og nú er lagst afturat við nýggjum frítíðartilboði í Faktorhúsinum. Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru, ið hevur verið ein eftirspurningur.
Hvønn mánadag kl. 14.30-17.00 kunnu kvinnur hittast í Faktorhúsinum til samveru, prát, bindihugna og gera sær ein drekkamunn. Opið verður fyrstu ferð komandi mánadag, 6. mars, og síðani hvønn mánadag eftirfylgjandi. Allar kvinnur í Tvøroyrar kommunu eru vælkomnar til bindihugna og gott samanhald.
Vit vóna at hetta tilboðið verður væl móttikið, og vit fegnast um at fáa góð hugskot frá borgarum.
Tvøroyrar kommuna.