UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-02-2023

TVØROYRAR BORÐTENNISFELAG 75 ÁR

Í dag, tórsdagin 23. februar, eru júst 75 ár liðin, síðan undirskriftirnar vórður settar á stovningarskjalið fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag, vanliga kallað TBF.

Sjón fyri søgn fæst í gerðabókini fyri Samgongufelagið Glottin, ið Tvøroyrar Skjalasavn hevur í síni varðveitslu. Millum undangongumenninir í felagnum vóru m.a. Sverre Midjord, Thorolf Dam, Sigurbjørn Niclasen, Alek Bech og Ib Haurits.

Borðtennissamband Føroya hevur í dag lagt eina sera áhugaverda, søguliga grein út um felagið, har keldutilfar frá m.ø. Tvøroyrar Skjalasavni og Vagnuri Nolsøe er nýtt.  Greinin, ið eisini inniheldur sera góðar myndir, kann lesast her http://www.btsf.fo/t%C3%AD%C3%B0indi/tvoeroyrar-bor%C3%B0tennisfelag-75-%C3%A1r/ og tí fara vit ikki undir eina søguliga viðgerð í hesi grein.

Eins og við skipaða fótbóltinum, so hevur skipaða borðtennisspælið sín uppruna her í kommununi. Hetta sæst aftur í borðtennissambandinum, ið so at siga altíð hevur verið myndað heilt ella partvís av tvørafólki. Tað sæst enn tann dag, har 3 av 4 í starvsnevndini og 2 av 3 í kappingarnevndini, eru av Tvøroyri.

Tvøroyrar Borðtennisfelag hevur altíð verið eitt sera virkið felag, hóast limatalið hevur verið upp og niður. Í dag telur felagið uml. 30 íðkandi limir og framvegis verður hópurin av steypum og medaljum vunnið til felagið.

Tvøroyrar kommuna ynskir TBF hjartaliga til lukku á 75-ára degnum, við ynskjum um bestu eydnu komandi mongu árini.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo