Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi á Tvøroyri á sumri í 2012. Endamál felagsins er at virðisøkja og víðarimenna pelagiskan fisk í Suðuroynni.
Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi. Í staðin fyri at flyta hendan part yvir Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, har ætlanin er at framleiða restrávøruna á Tvøroyri. Hetta fer at skapa fleiri størv, støðugt arbeiði og eisini fer tað at hava við sær, at farmaflutningurin á Suðuroyðarleiðini minkar munandi. Endamálið er at kunna gagnnýta ta góðu restrávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum virkið ynskir at betur kunna gagnnýta svartkjaftin.
Umboð fyri Varðan Pelagic og Tvøroyrar kommunu.
Varðin Pelagic framleiðir sild, makrel, lodnu og svartkjaft. Serliga svartkjaftur verður fiskaður í stórum mongdum, og leingi hevur verið ætlað at framleiða surimi úr svartkjafti. Tann ætlanin fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá virkið brendi í 2017. Tá virkið bleiv bygt uppaftur, var ætlanin altíð at víðka virksemið í framtíðini, og tí bleiv pláss gjørt fyri víðarimenning – bæði við surimi, proteini og lýsi.
Sum eitt týðandi stig til at víðka virksemið á henda hátt, hevur Varðin Pelagic í dag handað Tvøroyrar Býráði eina umsókn um byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju á havnalagnum á Tvøroyri.
Tvøroyrar Kommuna fær í næstum at viðgerða umsóknina við atlitið til byggisamtyktir, myndugleika krøv v.m., eins og miða verður ímóti sum skjótast, at skipa fyri kunnandi borgarafundi, har Varðin Pelagic fær møguleika at leggja fram og kunna um ætlanina.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri fær handa umsókn um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju av Bogi Jacobsen stjóri á P/F Varðin Pelagic.