Seinastu dagarnir hava fólk sæð, at gravað verður eystanfyri Viðarlundina í Trongisvági, Plantasjan, ið hon vanliga verður nevnd.
Plantasjan er væl vitjað og ofta er ikki nóg mikið av plássi til bilarnar. Nú verður so eitt stórt parkeringsøki gjørt og fer tað vónandi at nøkta núverandi tørvin.
Hetta er samstundis bert ein liður í ætlanunum um at fríðka um økið við Plantasjuna. Sum sæst á viðfestu myndunum, so er ætlanin at gøta verður gjørd heilt oman á Áargøtu. Einaferð er ætlanin at seta eitt hús upp, við ymiskum hentleikum, ið tørvur kann vera á, tá ørindini ganga inn í økið. Ætlanin er sjálvandi eisini at planta so líðandi, so alt gerst ein náttúrligur partur av økinum.
Tað er lokala fyritøkan, Sp/f Bárður Hentze, ið stendur fyri grevstrinum.