UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
27-09-2022

Kunning frá IRF - Hvussu hevur tín grái posi tað?

Gráa ruskposan kenna vit øll, tí hann verður brúktur til dagliga húsarhaldsruskið. Hvørja viku heinta innsavnarar frá IRF gráa posan, og tú varnast alt fyri eitt, hvussu týdningarmikið innsavningararbeiðið er, um ruskið av onkrari orsøk ikki verður heintað. Tí er skilagott at kanna, um tín grái posi livir upp til krøvini í dagførdu reglugerðini, sum limakommunurnar hjá IRF samtyktu í 2021. Reglugerðin kann lesast her.

 

Nýtt kunningarátak um gráa posa

IRF varpar nú ljós á gráa posa við hesum stutta filminum, umframt annað upplýsingartilfar, sum kunnar borgarar um, hvussu grái posin fær bestu umstøður at virka undir. Filmurin um gráa posa sæst her.

 

Egið stativ og fjarstøða

Grái posin skal hava sítt egna stativ uttanfyri, sum stendur á sjónligum stað frá koyrivegi. Stativið má í mesta lagi standa 20 metrar frá koyrivegi, og tað skal bara vera eitt ruskstað á hvørjari ogn.

Eisini má gonguleiðin til stativið vera sløtt, ljós og ruddilig. Tá ið hált og kavi er, skal gonguleiðin vera ruddað og trygg at ganga á.

 

Hugsa um innsavnaran

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðsumstøðurnar hjá innsavnarunum eru góðar. Tískil skal vektin á gráa posa í mesta lagi vera 20 kilo, og onki spískt má latast beinleiðis í gráa posan, men pakkast væl inn, so at innsavnarin ikki sker seg.

Grái posin hevur eina striku, sum gongur tvørturum posan í erva, og posin má ikki fyllast upp um hesa linju, tí so fáa innsavnarar ikki borið posan. Tú mást eisini minnast til at binda fyri allar teir smærru posarnar, sum tú letur í gráa posa, soleiðis at onki fýkur úr posanum og út í náttúruna.

Hevur tú hund ella onnur húsdjór, mást tú hugsa um, at hesi ikki eru til ampa fyri innsavnaran.

 

Minst til at skilja í hvíta og reyða posa

Bara restburturkast skal í gráa posa og tí er týdningarmikið at skilja burturkast í hvíta og reyða posa eisini. Alt ruskið, sum fer í gráa posa, verður brent, meðan tað, sum tú letur í hvíta og reyða posa, verður sent til endurvinning ella aðra serliga viðgerð uttanlands.

Í hvíta posan ber til at koyra reint papp og pappír t.d. tíðindabløð, lýsingarbløð, brævbjálvar, matvørupakningar, reinar pitsaeskjur, reinar eggjabakkar og allar eskjur úr pappi annars. Tað er ikki neyðugt at taka smáar nøgdir av klistri og klipsum av lutunum, áðrenn teir fara í hvíta posan.

Tað er annars sera ómakaleyst at skilja pappír og papp frá vanliga húsarhaldsruskinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappír, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan.

Reyði posin skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir og kemikaliu.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo