Á hesari síðuni finnur tú alt tilfar í sambandi við húsabygging. Tú kanst skriva teg á bíðilista til grundstykki og søkja um byggiloyvi.
Her eru eisini upplýsingar um bústað.
Her er eitt yvirlit yvir tilboð og møguleikar innan frítíðar- og mentanarlív í kommununi.
Her verður eisini kunnað um, hvussu ítróttahøllin verður útleigað og hvussu tú søkir um loyvi til at selja t.d. pylsur á jóansøku.
So er skjótt eitt ár liðið síðan seinasta heystmarknað í miðbýnum og fyrireikingarnar til ársins heystmarknað eru væl áleiðis. Í ár verður tiltakið eina viku seinni, leygardagin hin 8. oktober.
Vit hava fingið fleiri áhugaverdar luttakarar til hugnaliga tiltakið og fara vit at kunna um hetta komandi vikurnar.
Um tú hevur áhuga í at luttaka í heystmarknaðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og umbiðja pláss. Tað er ókeypis at vera við.
Einasta fyritreytin fyri at vera við, er, at tað, ið selt verður, skal hóska til tiltakið, ið er ætlað sum ein sýnisgluggi av føroyskum matvørum, handverki, amboðum og øðrum líknandi.
Heystmarknaðurin byrjaði í 2019 og hevur verið sera væl umtóktur millum vitjandi og luttakandi.
Verið vælkomin at ringja, í vanligari arbeiðstíð ml. 08:00-16:00, á +298 214614 ella sendið teldupost á bn@tvoroyri.fo. Seinasta freist at umbiðja sær pláss, er fríggjadagin 30. september kl. 15:00. Gott er at verða í góðari tíð, tí avmarkað pláss er.
Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu, og verður ljós varpað á hetta allan oktober mánað.