UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-08-2022

Suðurljóð um góða viku

Forkunnuga tiltakið við stovukonsertum, Suðurljóð, fer av bakkastokki leygardagin 27. august. Hugnaliga Fornarætt í Trongisvági er karmurin um 18 konsertir frá 9 tónleikarum/bólkum, ið verða hildnar heima í 9 stovum hjá privatfólkum.

Tvøroyrar Kommuna stuðlar tiltakinum fíggjarliga og undirtøkan hevur verið sera góð, tí í dag boða fyrireikararnir frá, at útselt er. Áhugaverdu tónleikanøvnini, ið eru avdúkaði, eru: Kári P., Sámal Ravnsfjall, Tonika, Sway, Bjarki Hansen, Tróndur & Lív, Karl Martin Samuelsen, Herborg Torkilsdóttir og Guðrið Hansdóttir.

Meiri kunning um tiltakið fæst á síðu Suðurljóðs á Facebook her 

Tvøroyrar Kommuna ynskir fyrireikarunum bestu eydnu við tiltakinum og áhoyrarunum eitt gevandi kvøld í Fornarætt.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo