Samlaðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2021 vóru 91.366 tkr. og er hetta nakað hægri enn undanfarna ár, tá tær vóru 89.216 tkr. Hækkingin er á 2,4%.
Samlaði raksturin hjá kommununi er í 2021 72.581 tkr., og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá hann var 70.404 tkr. Hækkingin er á 3,1%. Orsøkirnar til øktu rakstrarútreiðslurnar eru í høvuðsheitum hægri rakstrarjáttan til Bú- & Heimatænastuna, ið var 22.507 tkr.
Skattainntøkur
Skattainntøkurnar eru gjøgnumgingnar, og tær samsvara við uppgerð frá Føroya Gjaldstovu.
Íløgur
Tvøroyrar kommuna hevur gjørt íløgur á tkr. 17.819 í árinum 2021 samanborið við 14.306 tkr. í 2020. Størstu løgurnar hava verið gjørdar á hesum økjunum: Barnagarðurin 1.276 tkr., Fólkaskúlin 2.793 tkr., Umsiting og røkt av fastognum 6.290 tkr., Vatnverkið 1.200 tkr., Vegir 3.081 tkr. og Tvøroyrar havn 1.631 tkr.
Játtan og nýtsla:
Vísandi til høvuðsyvirlitið í ársroknskapinum fyri 2021 hjá Tvøroyrar kommunu er nettomeirnýtsla staðfest á einari grein. Flestu greinir hava minninýtslu í mun til ætlanina. Meirnýtsla er staðfest í Almanna- og heilsumálum. Hetta kemst serliga av, at tað í 2021 hevur víst seg, at útreiðslurnar til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy vóru 1.754 tkr. hægri enn tað, sum kommunan hevði við í fíggjarætlanini fyri 2021. Í løgunum er meirnýtsla ikki staðfest á nakrari grein. Í inntøkunum er staðfest ein meirinntøka á 6.585 tkr.
Samanbering av roknskapi við fíggjarætlan og fíggjarliga gongdin
Goldið í lánsgjaldi kr. 3.591 tkr í 2021.
Samlað skuld í mun til álíkning
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nettoskuld í mun til álíkning:
TVØROYRAR KOMMUNA
Hin 01. juni. 2022