UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-05-2022

Avdúkan av standmynd í morgin, leygardagin 7. mai

Virkna bátfelagið Naddoddur, á Tanganum, bjóðar øllum at verða vælkomin í morgin, tá tey fara at avdúka sjáldsama standmynd. Tiltakið byrjar kl. 15:00 og øll eru vælkomin.
Felagið sigur soleiðis á síðu teirra:
 
Leygardagin 7 mai 2022 kl 15 fara vit í Bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri at avdúka eina standmynd
Standmyndin er á fiskaplássinum vestan fyri Naddoddaneystið. Hetta er á gamla fiskaplássinum á Tanganum. Her var lívligt arbeiði til nógvar hendur, hóast hetta var minsta felagið á Tvøroyri. Fleiri skip hoyrdu til her og sjálvandi gav tað nógv arbeiðið til tær kvinnur sum arbeiddi við at vaska, turka og pakka veiðuna sum menninir komu við.
Hesar kvinnur hava vit ikki hoyrt nógv um, men tað eru hesar kvinnur vit vilja heiðra við eini standmynd sum lýsir tað knoss og stríð tær høvdu.
Vit sum nú eru komin væl til árs minnast hvítu fiskaplássini har hesar kvinnur arbeiddi.
Tað eru fáTvøráfólk sum ikki hava eina mammu, ommu, mostur, fastur og so framvegis sum arbeiddi á fiskaplássunum. Nakrar longri enn aðrar, men vit minnast tær allar við takksemi. Tí vilja vit seta standmyndina á sjálvum arbeiðsplássinum
Vit eru so heppin at ein av hesum megnar kvinnum kemur at avdúka standmyndina, tað er Bodil Hammer sum sjálv hevur arbeitt í “fiskinum” í nógv ár.
Bodil fyllir 97 ár fyrsta juni, og tað er gott at hon og allar hinar kvinnurnar verða heiðraðar á hendan hátt.
Aftaná avdúkingina talar forkvinnan í menturnevndini hjá Býðráðnum Anita Vibergsdóttur og tey sum hava hug at siga nakað eru vælkomin til tað.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir og sangbólkurin Orðið á Borðið syngur. Aftaná verður kaffi og køkur inni í neystinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
 
Bátafelagið Naddoddur Tvøroyri
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo