UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
28-04-2022

Plantupakkarnir útflýggjaðir í dag

Tey, ið hava bílagt sær plantupakka frá Tvøroyrar kommunu, kunnu avheinta teir í dag frá kl. 16:00 – 18:00, sunnanfyri bygningin hjá Teknisku deild á Hvítanesi – Sjógøta 95.

Tey, ið bílagt hava, fáa eitt træ og tvær urtir hvør. Heitt verður á fólk um at hugsa um hvar tey seta bilin frá sær, soleiðis at ferðslan verður órógvað minst gjørligt.

Tá avheintað verður, upplýsa fólk navn, ið bílagt hevur og hetta verður so krossað av á yvirliti. Fólk, ið ikki hava bílagt, kunnu ikki vænta at fáa plantupakka hesa løtuna. 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo