UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-03-2022

Earth Hour og gongutúrur leygardagin

Síðan 2017 hevur Tvøroyrar kommuna tikið lut í Earth Hour. Heimsumfatandi fyribrigdið hevur sín uppruna í avstralska stórbýnum Sydney í 2007, har WWF skipaði fyri einum “sløkk-ljósið” tiltaki, fyri at økja um tilvitið um veðurlagsbroytingarnar jørðin er fyri. Tiltakið er vaksið í vavi seinastu mongu árini og nú teljast luttakararnir í fleiri enn 190 londum.

Tvøroyrar kommuna sløkkir eisini ljósini leygarkvøldið frá 20:30-21:30 og fólk hava sostatt høvi til at uppliva býin í fullkomnum myrkri.

Veðurforsøgnin fyri leygarkvøldið sær heilt gott út, sum nú er, við lítlum vindi og ongum regni. Verður himmalin skýfríur, so kann viðmælast at njóta stjørnuhimmalin hesa heilt serligu løtu, uttan ljósdálking.

Skipað verður fyri gongutúri, ið byrjar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni. Jákup Jensen er frásøgumaður á túrinum, ið gongur niðan gjøgnum Valin, framvið húsunu hjá Bakkasiggu, har Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnisavn heru tendrað stearinljós, gjøgnum hugnaligu Sjúkrahúsplantasjuna og niðan á Hválin, har útsýnið er einastandandi gott yvir býin. Túrurin byrjar kl. 19:45.

Hyggja fólk yvir í Ørðavíkarlíð millum kl. 20:30 og 21:30, ber til at síggja eina heilt serliga sjón hetta tíðarbilið.

Øll eru hjartaliga vælkomin við á túrinum og til túrin heim aftur í myrkrinum, er tað eitt gott hugskot at hava eina lítla lummalykt við. Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at nýta endurskin.

Heitt verður annars á borgarar pg fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta eitt stearinljós í vindeygað fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga.

Meiri kann lesast um Earth Hour her https://www.earthhour.org/ og hevur onkur tørv á góðum hugskotum til dagin, so eru fleiri at finna á síðuni.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo