UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-03-2022

Trøðin við Roykstovuna verður fríðkað

Tilboð til størru børnini

Í 2018 keypti Tvøroyrar kommuna gomlu Roykstovuna og tilhoyrandi trøðina hjá T.F. Thomsen. Býráðið hevur umrøtt hvat ognirnar skulu nýtast til og í næstum verður farið undir at fríðka um trøðna.

Gamli hjallurin, ið stendur á trøðni, verður tikin niður. Ein gøta verður gjørd, ið gongur allan vegin gjøgnum trøðna. Júst hvar inngongdirnar verða er ikki heilt vist í skrivandi stund og tí er tekningin av gøtuni vegleiðandi. Trø eru bíløgd til at planta ymsastaðni og borð og benkur verða sett upp. Trøini, ið bíløgd eru, eru ikki smáir runnar, men hampuliga stór trø.

Núverandi spæliplássið við Bank Nordik er sera væl umtókt, men tað gjørdist skjótt greitt, at serliga tey størru børnini saknaðu avbjóðingar.

Á brúnu økjunum á myndini er tí gjørt av, at bjóða ungdóminum møguleikan at royna seg við sonevnda “parkour”. Parkour er sera væl umtókt og her verða stativ sett upp, ið børnini so kunna royna seg í – undir stativunum er fallundirlag, so, skuldi onkur mist takið,  verður fallið ikki so hart. Fyritøkan Innsport fer at standa fyri arbeiðinum at seta stativini upp.

Forarbeiðið stendur tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu fyri og her verður leystliga mett, at arbeiðið kann verða liðugt, tá summarið nærkast.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo