UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
17-02-2022

Klappjaktin í Trongisvági 130 ár

Í dag eru júst 130 ár liðin síðan haruveiðan í Trongisvági varð løgd í skipaðar samtyktir. Á grannastevnu í Trongisvági, hin 17. februar 1892, vórðu samtyktirnr niðurfeldar á pappír og var tað Poul Johannes Lindberg, tilsýnsmaður, ið skrivaði undir. Mett verður, at hara fyrstu ferð varð slept í Suðuroynni, uml. 1860
Øll árini síðan 1892 hevur verið skipað fyri klappjakt í Trongisvági. Siðbundna klappjaktin stórtrívist framvegis og varð eisini fyriskipað í fjør, tá heili 106 harur vórðu skotnar – tað næstmesta nakrantíð.
Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður á Tvøroyrar Skjalasavni, skrivaði í 2012 eina sera áhugaverda grein um klappjaktin, tá felagið fylti 120 ár. Greinin liggur á virknu heimasíðuni hjá klappjaktini, sí her http://www.klappjakt.com/greinar-o-a/klappjaktin-120-ar/
Tvøroyrar kommuna vil ynskja Klappjaktini í Trongisvági hjartaliga til lukku við 130 ára degnum.
 
(Mynd: Klappjaktin í Trongisvági)
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo