UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-01-2022

Fótbóltsskúlin við Stórá í uppskoti til ársins ÍróttaÁtak

Siðbundni fótbóltsskúlin við Stóra, ið upprunaliga byrjaði á gamla leikvøllinum á Sevmýri í uml. 2002, er vorðin innstillaður til ársins Ítróttaátak hjá ÍSF. Virðislønin verður latin persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

Hesi mongu árini síðan byrjanina í 2002, hevur fótbóltsskúlin verið hildin hvørt ár, og síðan 2012 við Stórá. Bert eitt ár vegna korona og eittt annað ár longur afturi, hevur skúlin ikki verið.

Roynt hevur altíð verið at ment skúlan ár undan ári og undirtøkan hevur verið einastandandi góð. Vanliga eru millum 100-150 børn á skúlanum og tey seinasti árini hevur verið neyðugt at halda seg til ikki at taka meir enn 150 inn, tí fullsett hevur verið. Okkurt stað ímillum 2000 – 2500 ung hava luttikið á skúlunum og eru uml. 15-20 eldsálir og hjálpa til hvørja ferð, fyri at fáa alt at rigga.

Fótbólsskúlin ger sítt stóra íkast til at varpa ljós á tey mongu, góðu tilboðini, ið finnast í kommununi og mong eru tey, ið hava luttikið á fótbóltsskúla upp í fleiri ferðir, ár undan ári.

Tvøroyrar kommuna vil ynskja Fótbóltsskúlanum við Stórá góða eydnu við innstillingini og við ársins ítróttarskúla, ið verður 10.-12. august. Fótbóltsskúlin er at finna á Facebook her https://www.facebook.com/F%C3%B3tb%C3%B3ltssk%C3%BAlin-vi%C3%B0-St%C3%B3r%C3%A1-1994907144170459 og meira kann lesast um ársins Ítróttaátak á síðuni hjá ÍSF her https://isf.fo/itrottafagnadurin-2021-verdur-5-februar-2022/

 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo