UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-04-2021

Morgunmatur og gongutúrar í morgin

Í morgin, leygardagin 17. apríl, kl. 10:00 verður morgunmatur á Seglloftinum, til øll tey, ið hava hug til at verða við. Almennur ruddingardagur er og posar og einnýtisshandskar verða at fáa.
Viðrar, so koyrir bussur frá Seglloftinum og inn í dalin til vegin niðan til Rangabotn. Haðani verður farið ruddingartúr niður í Trongisvágsbotn, við Otto Gram sum ferðaleiðara. Luttakararnir fáa matpakka við á túrinum.
kl. 14:00 verður so gongutúrur í miðbýnum, við Chris Jan Michelsen sum frásøgumanni. Posar og einnýtishandskar verða at fáa og byrjað verður við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn. Endað verður í Snaruni, har suppa verður at fáa.
Kl. 15:30 verður farið gongutúr eftir Áargøtu. Túrurin skuldi verið í dag, men vegna veður er hann fluttur til leygardagin 17. apríl kl. 15:30
Sí annars skránna fyri Umhvørvisvikuna, ið sæst http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5547&id=7 (GG – her er tíðspunktið fyri gongutúrin eftir Áargøtu ikki broytt)
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo