UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-04-2021

Orkufyrilestrar og tónleikur á Seglloftinum

Í hesum døgum verður nógv kjakast um “grøna” orku. Vindorka, vatnorka, sólorka og hitaloysnir, har avlopshiti frá t.d. stórum virkjum verður nýttur til at hita húsarhald við, verður alt mett at gagna umhvørvinum, um samanborið verður við orku, ið vunnin verður úr brenning av olju.

Leygardagin 17. apríl kl. 17:00, í Umhvørvisvikuni, ber til at hoyra serfrøðingar á økinum úttala seg um teirra arbeiðsøki.

Kári Mortensen, deildarleiðari, og Bjarti Thomsen, frá “Orka” á Umhvørvisstovuni vitja á Seglloftinum. Teir tosa um sjóhitaverkætlanina í Leirvík og um møguleikar at gera fjarhitaskipan á Tvøroyri. Eisini umrøða teir pumpuskipanina millum Ryskivatn og Miðvatn, sum skal gagnnýta vindorkuna í Suðuroynni betri.

Frá SEV koma Terji Nielsen, menningarleiðari, og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna. SEV er ein risastór fyritøka, eftir føroyskum mátistokki, og arbeiðir bæði við vind-, sól- og vatnorku. Í Sumba hava sólsellupanel staðið uppi í eitt gott ár og í Porkerishaganum er nýggja vindmyllulundin júst sett til elframleiðsluna. Vit fáa eina áhugaverda framløgu um gongdina í Sumba og Porkeri, og um virksemið hjá SEV sum heild.

Frálíkur tónleikur verður eisini at hoyra, tí Hamradun Acoustic Duo, við Pól Arna Holm á odda, hava játtað at koma at spæla nøkur løg.
Kommunan bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið, ið Brekkucatering hevur staðið fyri.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

(Myndir: SEV, Jens K. Vang og IN.fo)
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo