UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-03-2021

Plantingardagur við Stórá 14. apríl

Eins og undanfarin ár, so er plantingardagurin við Stóra ein partur av Umhvørvisvikuni. Í ár er tað ónsdagin 14. apríl, men longu nú, fríggjadagin 26. mars, verður lagt til brots við at fáa sett upp sonevndu “lívdarhegnini”. Hesi verða sett upp, fyri at geva lívd til smáu trøini, ið annars hava ein harðan “barndóm” í harðbalna veðurlagnum her á klettunum.

Nú fríggjadagin fara leikararnir í Betri-deildini hjá TB at hjálpa til við at seta hegnini upp. Lagt verður til brots kl. 17:00. Hevur onkur hug til at hjálpa til, eru tey vælkomin.

Sjálvan plantingardagin, hin 14. apríl, snýr tað seg so um at fáa smáu trøini niður, ið einaferð í framtíðini skulu prýða økið kring vøllin við Stórá. Tvøroyrar skúli hevur játtað at hjálpa til og møtir við trimum skúlaflokkum og hartil hoyrandi lærarum. Uml. 55 fólk koma úr Tvøroyrar skúla. Annars eru øll hjartaliga vælkomin at hjálpa til.

Dagurin plagar at vera sera hugnaligur og byrjar við morgunmati í Ítróttardeplinum við Stórá, kl. 09:30. Kl. uml. 12:30 bjóðar Tvøroyrar kommuna døgurða, ið Kantinan hjá Anitu hevur staðið fyri.

Neyðugt er ikki at boða frá luttøku og fólk eru vælkomin til at taka spaka o.a.t. við sjálvi.

Tvøroyrar kommuna er partur av “ABC fyri sálarliga heilsu” hjá Fólkaheilsuráðnum. Verkætlanin er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Lesið meira um ABC fyri sálarliga heilsu her https://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo