UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-03-2021

Earth-hour leygardagin 27. mars

Seinasta leygardagin í mars, er vorðið siðvenja kring allan heimin, at sløkkja ljósini í ein tíma. Tá fer heimsumfatandi fyribrigdið “Earth-hour” av bakkastokki enn einaferð.
Átakið byrjaði í Sydney, í Avstralia, í 2007. Hugskotið aftanfyri, var at fáa heimsins íbúgvar at hugsa um umhvørvið og at sløkkja øll elektrisk ljós, ið ikki eru alneyðug, í ein tíma. Tað er heimsfelagsskapurin fyri náttúru, WWF, ið stendur fyri tiltakinum. Í dag eru sambært upplýsingunum á síðuni https://www.earthhour.org/ yvir 180 lond og milliónir av menniskjum, ið hava tikið Earth Hour til sín.
Sum nakað nýtt í ár, so fer felagsskapurin, júst tann 27. mars, at almannakunngera eitt nýtt sjónbandabrot, á teimum sosialu miðlunum. Heitt verður á fólk um at deila sjónbandabrotið, so hetta kann gerast tað mest sædda í heiminum, henda dagin. Meira kann lesast her https://www.earthhour.org/new-in-2021
Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir áður markerað dagin og gera vit tað eisini í ár. Tí verða ljósini sløkt í býnum, frá kl. 20:30 til kl. 21:30 og heitt verður á borgararnar í býnum, um at gera tað sama og at nýta høvið til at hugsavna seg um umhvørvið og náttúruna, ið vit øll vara av.
Samstundis skal eisini ein áheitan fara út til allar borgarar, um at vísa varsemi, um farið verður út hetta tíðarbilið, ið myrkt er.
(Mynd: Leivur Nygaard)
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo