UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-03-2021

Lív og Tróndur áttu ársins útvarpshitt

Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun, varð avdúkað, at Lív Næs og Tróndur Enni áttu ársins útvarpshitt, við frálíka lagnum “Lítli fuglur”.
Heili 11.847 fólk hava, sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum, atkvøtt og “Lítli fuglur” fekk 1292 av hesum atkvøðum. Nr. 2 var Ronnie, við sanginum “Bygdafrell”, ið fekk 1082 atkvøður, meðan Stongum og Guttesen fóru við triðja plássinum, við lagnum “Rumbuldós”, ið fekk 792 atkvøður.
“Lítli fuglur” hevur verið ein sonn landaplága síðan hann kom út og at hann er sera væl umtóktur, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands, sæst eitt nú á Youtube, har lagið er vorðið spælt næstan 150.000 ferðir. Sí her https://www.youtube.com/watch?v=5DU4Rh9KAXI

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, tók ímóti, helt eina røðu og handaði eina gávu.

Tvøroyrar kommuna vil ynskja dugnaliga parinum hjartaliga til lukku við heiðrinum og bestu eydnu á víðari tónleikayrkisleið teirra
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo