11-06-2015
Fólkatingsvalið 18. juni 2015
Til veljarar í Tvøroyrar kommunu
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 9.00 – 20.00
Valkort verða send veljarunum.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til fólkatingsvalið er týsdagin 16. juni.
Tey, ið ynskja at greiða brævatkvøðu heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611085 innan kl. 12.00 týsdagin 16. juni.
Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til ein av hýruvognunum.
Minnist til at hava valkortið við.
Tvøroyrar kommuna