UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-12-2020

CORONA TILMÆLIR

Tvøroyrar kommuna heitur á allar borgarar um at ansa væl uppá hvønn annan, nú tað stundar til jóla, og fólk savnast at halda okkara størstu høgtíð saman við sínum kæru. 
 
Og sum góð siðvenja er, koma nógvir útisetar heim at halda jól og nýggjár saman við sínum kæru. Alt gott um tað, og vera øll ynskt vælkomin heim. Men í ár er støðan tíðanverri serlig og annarleiðis enn undanfarin ár, og noyðast okur øll, at taka atlit til Corona farsóttina, og gera alt, sum gerast kann at fyribyrgja, at smittan ikki kemur til landið.
 
Alt okkar samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark, og smittutrýstið í Danmark og í øðrum grannalondum er sera stórt í løtuni. Eisini er staðfest, at øll smitta í Føroyum í seinastuni, er komin uttanlands til Føroya. Tí er tað sera tídningarmikið at fylgja tilmælini fyri ferandi  her
 
HEITT VERÐUR Á ØLL UM AT ANSA VÆL EFTIR HVØRJUM ØÐRUM OG NEYVT FYLGJA TILMÆLINI FRÁ HEILSUMUNDUGLEIKUNUM UM REINFØRI, HALDA FRÁSTØÐU, LATA SEG KANNA OG FARA Í SÓTTARHALD TIL STAÐFEST ER, AT EIN IKKI ER BERARI AV KORONA.
 
Tilmælið tá tú ert nýliga komin til Føroya
Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, og sum fyrst verða kannað á flogvøllinum ella við bryggju, at fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi eisini er tøkt. 
 
Tað vil siga, at:
  • Tú ert heima við hús, men minst til at halda frástøðu á 2 metrar og hava gott reinføri, tá ið tú ert saman við familjuni/húsfólkinum
  • Tú fært ikki vitjan.
  • Skalt tú arbeiða, skal tað gerast heimanifrá.
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.
Um tann ferðandi heldur øll tilmælini omanfyri, so kunnu familja/húsfólk virka sum vanligt í samfelagnum.  
 
Tað verður staðiliga mælt til, at tann ferðandi letur teg kanna 6. dagin eftir, at viðkomandi er komin til Føroya. Er hetta ikki gjørligt, eigur tann ferðandi at lata seg kanna 7. dagin
Hendan kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum. Les meira um tað her.
 
Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 30 pr. 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á 6. degi, og vera serliga varin í 10 dagar eftir komu til Føroya. Her eigur tú at leggja tær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum. 
 
Tú skalt eisini vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.
 
Um tú fært sjúkueyðkenni, er tað sera týdningarmikið, at tú letur teg kanna. Kennir tú teg sjúka, skalt tú ringja til: her
  • Tín kommunulækna
  • Læknavaktina tlf. 1870, kl. 16-08 allar dagar.
  • Coronalinjuna 30 40 40, kl. 10-15 mánadag-hósdag.
Mælt verður eisini til, at:
  • Tit gera reint, serliga á vesinum og í køkinum, og í rúmum, sum verða nógv brúkt í húsarhaldinum.
  • Tit vaska handklæði, seingjarlín og undirklæðir við min. 80ºC.
  • Tit hugsa serliga um handreinføri.
Tað hevur eydnast at avmarka COVID-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu.
 
Koronukanningar á Tvøroyri um jólini.
Tey, ið vilja lata seg kanna á Tvøroyri skulu bíleggja eina tíð, áðrenn tey fara í bíðirøð. Bílegg tíð her
 
Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst kanningarstað og so eina tøka tíð í upplatingartíðini. Minst til at hava bíleggingarkvittanina við tær. Møtið stundisliga.
 
Hevur tú trupulleikar við at bíleggja tíð á heimasíðuni, ber eisini til at ringja á 30 45 45 og bíleggja. Telefonin svarar mánadag - fríggjadag kl. 14 - 16.
 
Kanningarstaðið við Trongisvágs skúla kannar hesar dagar:
21. desember kl. 8 - 10
23. desember kl. 8 - 10
25. desember kl. 9 - 12
28. desember kl. 8 - 10
30. desember kl. 8 - 10
1. januar kl. 13 - 15 
 
Leiðreglur um sóttarhald kann lesast her
Nærri upplýsingar um korona kunna lesast her
 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo