Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi at nýta lestrarhølir í jólaferiuni.
Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.
Til jólar 2020, eru hølini tøk frá mánadegnum 21.desember til og við sunnudagin 3.januar 2021 frá kl.08.00 til kl.24.00
LEIÐREGLUR -Heitt verður á øll um at fylgja tilmælini frá Heilsumyndugleikunum at fyribyrgja smittu við Covit-19: her
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navn og telefonnummar til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum góðan lestrarhug.