Fólkatalið á Tvøroyri gongur aftur rætta vegin. Fyri einum ári síðan vóru 1717 borgarar í Tvøroyrar kommunu og í dag eru vit 1750 – ein vøkstur á 1,9%. Tað siga dagsaktuellu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum og er tað at gleðast yvir. Vanliga minkar fólkatalið nakað ímóti ársenda, men higartil er tað so ikki hent.
Taka vit fólkatalið frá 1. januar 2020, so sær enn betri út, tí tá vóru vit 1710 borgarar - sostatt er vøksturin 40 síðan ársbyrjan.
Tað gleðiliga, ið eisini er hent í ár, er, at sera nógvar barnafamiljur eru fluttar til býin. Í Tvøroyrar kommunu eru 136 børn í aldrinum 0-6 ár í mun til 121 sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á heili 12% og er tað ein vøkstur, ið bæði barnagarður og skúlar merkja og fara at merkja komandi tíðina.