Væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár byrja nú aftur í skúlahøllini í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Fyrsta venjingin verður týsdagin 6. oktober og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Birita Thomsen (ergoterapeut) kemur at standa fyri venjingunum í samráð við Guðrið Nolsøe, fysioterapeut. Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+
Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.